Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Andreasen & CO: Væleydnaður temadagur innan spreingievni

Vit høvdu eina tíð arbeitt við at fáa ein temadag innan spreingievni í lag, so í gjár varð dagurin hildin á Hotel Føroyum.

Spreinging er nógv uppi í tíðini, nú millum annað havnaútbygging og undirsjóvartunnil eru í gerð, so vit mettu hetta var rætta løtan.

Vit veita alt spreingievnið til spreingina á Glyvursnesi, ið verður kallað emulsión, men kunnu eisini veita kenda dynamittið, perlur og annað, sum hevur verið brúkti mong ár.

Tað henda kortini broytingar alla tíðina, sum vit vildu lata kundarnar og onnur fáa kunnleika um, so dagurin varð fyri tað mesta við framløgu hjá Claes Lindstrom, sum er í fyritøkuni MaXam, ið er okkara veitari.

Hann hevði eina sera áhugaverda framløgu, sum eisini kom inn á konturspreinging, har ynskið er at fáa ein snøggan grótvegg at standa eftir.

Okkara ráðgevi, Stefan Nilsson, kom inn á tað vit fáast við á Glyvursnesi, nú blandistøðin til spreingievnið emulsión hevur blandað seinastu mánaðirnar.

Hetta er sera framkomin tøkni, sum gevur eitt gott produkt, nú stórar spreingingar verða gjørdar.

Eisini hava vit ein pumpibil, har emulsiónin verður pumpað yvir og síðani pumpað niður í boraðu holini.

Talan er um stórar nøgdir av spreingievni, tí í einum føri vórðu heili 24 tons pumpaði í holini.

Alt hetta hevur eisini givið okkum góðar royndir á økinum, so tá spreingiarbeiðið til Tórshavanar Havn er komið undir land, hava vit røttu førleikarnar og útbúgvingina til at veita øðrum hesa tænastuna.

Vinarliga

Fríðálvur A. Jensen
handilsleiðari