Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo fingið svar um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt vinnurekandi

Kaj Leo Holm Johannsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt vinnurekandi


Í svarinum, dagfest 5. november 2018, frá løgmanni, stendur:


Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 24/2018 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, um útgjald úr ALS til sjálvstøðug vinnurekandi.


”1. Hví fáa sjálvstøðug vinnurekandi ikki útgjald úr ALS í sambandi við arbeiðsloysi, sjálvt um hesi hava skyldu at gjalda inn í skipanina?


Svar til 1.


Sjálvstøðugt vinnurekandi er persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd og hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu. Tað er sostatt ein treyt, at sjálvstøðuga vinnuvirksemið er høvuðsvinna.


Sum meginregla er talan um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi: Hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðug vinnurekandi og verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkinum, er mvg-skrásettur ella er íognari í íognarfelagi.


Tað vil siga, at persónar, sum eru í starvi hjá parta- ella smápartafelag eru ikki at meta sum sjálvstøðug vinnurekandi. Tað, at persónur eigur part av ella allan partapeningin í einum parta- ella smápartafelag, hevur ikki við sær, at viðkomandi er at meta sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Í hesum førum hevur persónurin í útgangsstøðinum rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum.


Fyri at talan skal vera um persón, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi, skal sjálvstøðuga vinnuvirksemið tí vera rikið í einum einstaklingavirki ella í einum íognarfelagi, og persónurin hevur tí bara b-inntøku frá hesum sjálvstøðuga vinnuvirksemi.


Slíkir persónar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki – í einstaklingavirki ella í einum íognarfelagi, har allar inntøkurnar eru b-inntøkur – eru ikki partur av kravdu arbeiðsloysisskipanini.


Hesir arbeiðsgevarar rinda sum allir aðrir arbeiðsgevarar arbeiðsgevarapartin av ALS-gjaldinum av teimum lønum, sum teir rinda sínum starvsfólkum. Sjálvstøðug vinnurekandi hava sostatt einans skyldu at rinda inn í skipanina, um tey hava fólk í starvi, og tá rinda tey arbeiðsgevarapartin av ALS-gjaldinum. Starvsfólkið rindar sjálvt løntakarapartin av ALS-gjaldinum, og hesi bæði gjøldini tilsamans arbeiðsloysistryggja starvsfólkið.


Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu eisini velja at útgjalda sær sjálvum løn, sum er A-inntøka. Um tey velja tað, eru tey partur av kravdu arbeiðsloysisskipanini.


Vilja sjálvstøðugu vinnurekandi verða arbeiðsloysistryggjað uttan at gjalda sær sjálvum A-inntøku, mugu tey tekna eina sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi sbrt. kunngerð nr. 137 frá 3. november 2009 um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Gerast tey arbeiðsleys, skal vinnuliga virksemið halda uppat, og vinnutólini skulu avhendast, so at vissa er fyri, at vinnuvirksemið veruliga er hildið uppat.


Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul sambært hesi sjálvbodnu tryggingini – sum er mesti arbeiðsloysisstuðul á 17.500 kr./mðr. – skal tryggingin hava verið í gildi í minsta lagi eitt ár.


Gerst sjálvstøðugt vinnurekandi, sum hevur teknað sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi, arbeiðsleysur, áðrenn eitt ár er farið, síðani tryggingin varð teknað, fær viðkomandi ongan arbeiðsloysisstuðul.


Hevur viðkomandi havt a-inntøku – tað vil siga lønarinntøku frá øðrum arbeiðsgevara – seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn viðkomandi gjørdist arbeiðsleysur, so verður henda a-inntøkan útrokningargrundarlagið hjá viðkomandi. Síðani verður arbeiðsloysisstuðulin roknaður eftir tí útrokningargrundarlagnum.


B-inntøka verður ikki roknað við í útrokningargrundarlagið, og hevur persónurin onga a-inntøku havt seinastu 12 mánaðirnar, fær viðkomandi ongan arbeiðsloysisstuðul.


Hevur viðkomandi havt eina sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi í meiri enn eitt ár, fær persónurin rætt til fullan arbeiðsloysisstuðul á 17.500 kr/mðr, um viðkomandi verður arbeiðsleysur, og vinnuvirksemið er endaliga hildið uppat.


Treytin er, at viðkomandi hevur avhendað vinnutólini, og at viðkomandi er tøkur, sinnaður og førur fyri at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv, sum viðkomandi hevur fakligan førleika til, í seinasta lagi dagin eftir, at viðkomandi fær bjóðað starv.


At enda skal verða lagt afturat, at tað eru 20 persónar, sum hava teknað eina trygging sum sjálvstøðug vinnurekandi og 4 persónar, sum hava teknað eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging sum løntakarar.


2. Hevur løgmaður ætlanir um at broyta skipanina soleiðis, at vinnurekandi fáa útgjald úr ALS í sambandi við arbeiðsloysi - um ja, hvussu skal skipanin vera og um nei, hví ikki?


Svar til 2:


Mett verður, at verandi skipan, har sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sjálvbodna arbeiðsloysistrygging, er nóg góð.


Tað er ikki ætlanin, at gera tað tvungið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi at vera tryggjað í Arbeiðsloysisskipanini.”

 

Sambandsflokkurin