Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo spyr Sirið um bíðilista og eykajáttan til sjúkraviðgerðir uttanlands

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum um bíðilista og eykajáttan til sjúkraviðgerðir uttanlands

 

Spurningar til landsstýriskvinnuna:

 

1.    Hvussu stórur er bíðilistin í løtuni til sjúkraviðgerðir uttanlands?

 

2.    Nær í ár verða vanligar sjúkraviðgerðir uttanlands settar í gongd aftur?

 

3.    Hvussu stóra eykajáttan 2018 fer landsstýriskvinnan at skjóta upp at veita til sjúkraviðgerðir uttanlands?

 

Viðmerkingar

 

Tað er óskiljandi, tá vit tosa um at fáa heilsubót, at føroyingar verða settir á ein langan bíðilista og at hetta verður gjørt í bestu búskaparligu tíðum hjá landskassanum.

 

Hví hevur samgongan steðgað ávísum uttanlandsviðgerðum fyrr í ár fyri at spara pening á fíggjarlógini, soleiðis at føroyingar ikki sleppa til Danmarkar til útgreining og/ella viðgerð.

 

Er tað veruliga soleiðis, at okkara vælferðarsamfelag sigur nei at veita heilsubót og at geva føroyingum eitt dygdargott lív.

 

Lat okkum gera eina tjóðarsemju í Løgtinginum um ongantíð at steðga fólki at fáa neyðuga sjúkraviðgerð og heilsubót.

 

Sambandsflokkurin