Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kalda kríggið gjørdist eitt heitt epli

Tað er ein ljótur veruleiki, at "serfrøðingar" standa í sínum egna Pravda-fjølmiðli, og lúgva føroyingar upp í lag, og í besta føri ikki fortelja allan sannleikan.

Dan Klein, jurnalistur, greinar:

Aftur vóru tey í KvF og ”klókaðu” seg uppá ríkisfelagsskapin í gjárkvøldið. Aftur kann staðfestast, at tey framvegis onki skilja av nøkrum.

Tey valdu, at seta kykaran á kalda kríggið: Í 1958 gav landsstýrið NATO loyvi at byggja á Sornfelli. Afturfyri fingu føroyingar Oyggjarvegin, fólkapensjónina, Føroyagrunnin og Marshalhjálp til at bryggja øl o.a.

Tað kann undra, at tey bæði klóku, ikki vildu nevna nøvn, men tað er so alment kent, at Petur Mohr Dam, hevði gjørt loyniavtalu um prosjektið hjá dønum og amerikanarum. Tann klóki segði við ta minni klóku(?), at løgtingssamtyktirnar vóru fullkomiliga misskiltar. Ongin hevði nakað í móti Nato-støðini.

Føroyingar vildu heldur gerast sjónligur partur av Nato-prosjektinum.

Hetta merkir so eisini, at serliga Tjóðveldisflokkurin, hevur eisini tá, hildið føroyingar fyri gjøldur, tí løgtingsfólk hjá flokkinum gingu í áravís á odda í mótmælisgongunum niðan í Mjørkadal. Men tað var áhugavert, at “klóki” verturin, kom til ta niðurstøðu, at Føroyingar ikki betaltu eina krónu í limagjaldi til Nato?!!!!

Hesi “klóku” nevndu ikki við einum orði, at Uffe Elleman Jensen, fyrrverandi, formaður í Vinstra, alment hevur váttað, at Danmark slapp bíligari í limagjaldi til Nato, júst orsaka av Natostøðini á Sornfelli, sum jú eisini var eitt bumbumál, brast kríggj á millum eystur og vestur.

Danmark vildi ikki hava eina slíka støð í nærumhvørvinum, og sigur tað ikki so lítið um moralin og umsorganina fyri føroyingum og grønlendingum, sum gott kundu offrast. Fyribils kunnu vit siga, at ríkisfelagsskapurin ikki hevur havt annað endamál enn at gera føroyingar og grønlendingar til bumbumál, og sambært teimum “klóku” í sendingini, kundi alt hatta vera endurtikið einaferð í framtíðini.

Ikki eitt orð um, at Danmark alment var í móti atomvápnum, sum ikki fekk loyvi at koma innum danskt øki, og tí fall heldur ikki eitt orð um, at danir loyvdu amerikanarum, at gera Føroyar til álopsmál, og tað sama var galdandi fyri Grønland, har amerikanarnir eisini fingu loyvi at hava atomvápn og radarastøðir.

Grønlendarar vóru ikki eftirspurdir, og føroyingar heldur ikki.

Tað er ein ljótur veruleiki, at "serfrøðingar" standa í sínum egna Pravda-fjølmiðli, og lúgva føroyingar upp í lag, og í besta føri ikki fortelja allan sannleikan.

Heldur ikki hesa ferð!

Kalda kríggið gjørdist eitt heitt epli!