Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kamping og tjalding á G!

Ein stórur partur av serligu G! festival upplivingini er tjaldingin og kampingin. Longu í dag byrja teir fyrstu kampingvognarnir at koma til Syðrugøtu. 

Festivalurin hevur heitt á tey, ið hava keypt familjukamping í Syðrugøtu, um at koma við kampingvognunum longu nú í vikuskiftinum. Hetta er orsaka av nógvari tungari ferðsla í Syðrugøtu komandi dagarnar. Tilber annars at koma frá týskvøldinum kl.18.00 til í seinasta lagið mikudag kl.16.00. Kamping-vognar kunnu bert kunnu koyra eftir Gróvargøtu fyri at koma út á keiina. 

Koyriforboð verður í Syðrugøtu frá mikukvøldinum og tí skullu allir bilar verða av økinum áðrenn tað.

Fyri tey, ið hava keypt kamping í Sarpugerði í Norðagøtu, ber til at koma við kampingvogninum frá týskvøldinum kl.18.00 til seinasta lag mikudagin kl.16.00. 

Les á www.gfestival.fo, hvussu tit fáa samband við, so eitt umboð fyri G! kann taka ímóti tykkum og vegleiða í parkering. 

Av trygdarávum kunnu bilar ikki standa parkeraðir í Sarpugerði, og verða tit tí biðin um at parkera á kajini í Norðagøtu

Tjaldingarplássið er í ár sama stað sum seinastu árini í Norðagøtu. Tjaldingarplássið letur upp kl. 16.00 mikudagin.

Minnist til at hava atgongumerki til kamping og tjalding við!