Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kampus kann ikki bíða

Mikudagin kundi Fróðskaparsetur Føroya hátíðarhalda fimmti ára stovningardagin. Hetta var gylt høvi at seta fokus á tann alstóra týdning, sum Fróðskaparsetrið hevur fyri føroyska samfelagið, men eisini á tær avbjóðingar, sum í dag forða Fróðskaparsetrinum í at mennast til veruligt altjóða universitet. 

Í hesum sambandi vísti m.a. rektarin á brennandi ynskið um eitt kampus – at Fróðskaparsetrið við øllum sínum útbúgvingarliga og granskingarliga virksemið verður savnað á einum stað, har til ber at skapa eitt gevandi lestrarumhvørvið og eitt fakligt kraftsentur.

Hetta ynskið er ikki nakað nýtt. Tá Fróðskaparsetrið hátíðarhelt 25 ára stovningardagin, lat Tórshavnar býráð Fróðskaparsetrinum sum gávu eitt stórt grundstykki omanfyri Marknagilsvegin. Har var pláss til eitt kampus, og har var eisini pláss til at vaksa undir liðini á stóra miðnámsskúladeplinum niðanfyri Marknagilsvegin.

Øll hesi árini hevur hugurin hjá landsins myndugleikum at gera íløgur í hóskandi karmar til hægri útbúgving og gransking tíverri verið lítil. So lítil, at Fróðskaparsetrið í dag heldur til ymsa staðni í býnum og í mongum førum ótíðarhóskandi hølum. 

Fyri høvuðsstaðin hevur Fróðskaparsetrið altíð havt serligt pláss. Tórshavn er lestrarbýur, og á sama hátt sum Fróðskaparsetrið hevur høvuðsstaðurin eitt brennandi ynski um at styrkja lestrarumhvørvið og at menna eitt altjóða universitetsumhvørvi sum partur av teirri atdráttarmegi, sum føroyska samfelagnum tørvar bæði til at tryggja fólkavøkstur og skapa búskaparvøkstur.

Tá lógin um Fróðskaparsetur Føroya seinast var fyri á løgtingi, var eitt av krøvunum, at stovnurin ítøkiliga kom at liggja saman á einum og sama stað og harvið eina samvirkan av virksemi stovnsins.

Kanska glottar eru fyri framman um eitt veruligt kampus. Síðstu tíðina hava Fróðskaparsetrið, Mentamálaráðið og kommunan umrøtt møguleikan fyri kampus á Debesartrøð og á Frælsinum. Hetta er eisini freistandi staðseting, tað liggur mitt í býnum, og møguleikar at vaksa oman móti Vestaru bryggju og niðan móti sjúkrahúsøkinum eru góðir.

Tað var tí eisini gleðiligt, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum, í røðu til Fróðskaparsetrið kunngjørdi, at tað nú verður farið ítøkiligt undir at savna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Eg síggi í Norðlýsinum eitt tilboð frá lokalum løgtinsmanni um, at vinnan í Klaksvík saman við kommununi har kann byggja eitt Fróðskaparsetur í Klaksvík. Jú, jú, stórlátin orð at tøla veljarar í Klaksvík við í einum valári, men tó við ongum innihaldið yvirhøvur.

Tað veit Bjørn Kalsø. Veruleikin er, at kampus í Havn kann ikki bíða, og tað veit Bjørn Kalsø eisini. Tað manglar bert ein veruligur politiskur vilji frá landsins síðu at seta føgru orðini í verk og gera neyðugu íløgurnar. Lat ikki 25 ár ganga aftrat.

Heðin Mortensen
borgarstjóri