Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanadiskir gestir á familjuslóðini

Erik Klein, og konan, Merab, komu til Føroyar um Ísland, 24. Juli úr Kanada, ein dag seinkaði av tokuni, sum annars gekk verri út yvir tólvhundrað onnur, ið vóru veðurføst í Føroyum og aðrastaðir í Europa. Men tey komu fram í øllum góðum, og tað var gott, tí ein stórur partur av familjuni var boðsend at koma norður á Heyggin við Gjógv, at heilsa uppá gestirnar, sum fá av teimum høvdu heilsað uppá frammanundan.

Grein í Oyggjatíðindum 17. august 2012:

Pápi Erik, er Rólant Klein. Hann er bróður til Lassa Klein, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmann, og Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindum.

Rólant, fekk sær útbúgving, sum elektrikari í Klaksvík í sekstiárunum, men ikki langt aftaná útbúgvingina søkti hann sjógvin, bæði við skipunum hjá Joensen & Olsen, og Borðoyanes hjá Palla hjá Mariannu, og til seinast endaði hann við skipi í Kanada, umvegis Svøríki. Hann giftist, og bleiv verandi í Kanada, har hann trívist sera væl.

Men Rólant Klein, varð drigin av sjólívinum, og dagførdi útbúgvingina, og hevur í nógv ár arbeitt í kanadisku oljuvinnuni. Boðini frá pápanum til Erik vóru áðrenn hann kom til Føroyar, at fara til Gjáar, har Rólant sjálvur, hevði so nógv rík minnir frá barna- og ungdómsárunum, nú honum sjálvum barst frá at koma við.

Sjálvur hevur Erik, sum heilt ungur, verið í Føroyum fyrr, og seinni sum hálvvaksin, men hesaferð var umráðandi at vísa konuni, at hann eisini hevði sterk familjubond í Føroyum. Í Kanada eigur Merab eina so stóra familju, at Erik druknar lættliga í mongdini.

Erik hevur nevniliga ikki stóra familju heima í Kanada. Mamman, Carole, sum doyði av sjúku fyri fleiri árum síðani, var einabarn, og Erik sjálvur er einabarn, so avmarkingin er náttúrlig.

Erik Klein, er kiropraktor á universitetsstigi, og er sostatt “Doktor”. Hóast bara 36 ára gamal, eigur hann tvær viðgerðarstovur í Kanada, sum hann ferðast ímillum, at lekja fólk fyri kiropraktiskar skaðar. Konan er lærari við sera víðum sjónarringi.

Á Heygnum var spenningurin stórur meðan bíða var eftir gestunum: Hvør var hesin Erik Klein. Tað skuldi vísa seg at vera ríkiligir møguleikar hjá systkinabørnum við familjum, bæði at heilsa uppá og at fáa eitt prát við. Skipað var fyri stórum kaffi- og køkuborði, so gestirnir kundu heilsa uppá so nógv, sum gjørligt, tí túrurin í Føroyum skuldi ikki vera langur, og tí var sera avmarkað við tíðini, at fara runt til alla familjuna at heilsa uppá, so samkoman í húsunum á Heygnum, har omman, Hjørdis Klein, eisini kallað Hjørdis á Støðini, kom frá, varð hildin at vera besta loysnin.

So túrurin hjá Erik Klein, og konuni Merab, byrjaði við Gjógv, og endaði við Gjógv.

Tað var við Gjógv, at vøggan hjá forfedrunum stóð, men langabbin, Dánjal Klein, hevði fingið sær konu av Kirkju úti í Fugloy. Hon kallaðist Helena, sum tó doyði blaðung í barsilssong við tíggjunda barninum. Familjan fór í ymsar ættir, og omma Erik, Hjørdis Klein, endaði í barnaheiminum hjá mammuni í Mittúni á Kirkju. So ferðalagið fór eftir slóðini, og út til Fugloyar, so Erik og Merab, kundi síggja húsini í Mittúni. Síðani gingu øll til Hattarvíkar, haðani leiðin umvegis Svínoy, gekk aftur til Hvannasunds.

Tey bæði ganga høgt uppí ítrótt av ymiskum slagi, bæði tá tað kemur til at ganga, renna - og eisini túrar í fjøllunum. Og sjálvandi skuldu tey upp á Slættaratind, tó at veðrið var ikki av tí besta.

Eisini skuldu gestirnir ein túr til Ambadal, og har síggja einasta steinin í dalinum, sum afturfyri er sera stórur, og verður nevndur Festirsteinur, sum eisini er familjunavn.

Og sjálvsagt vóru Erik og Berab, meldaði til renningina á Ólavsøku, har tey eisini upplivdu mangt og hvat – m.a. tann vælumtókta midnáttarsangin, sum onkusvegna elegant setir punktum fyri seinastu stevnu føroyinga.

Veðrið á Ólavsøku var eisini hampuliga gott, og gestirnir frøddust um kappróðurin, tiltøkini og føroyska gestablídni, og ikki minst frøddust tey um øll fólkini í tjóðarbúna, sum tey hildu vera nakað so vakurt og sermerkt.

Bæði á Ólavsøku, og við onnur høvir, ikki minst heima hjá Lassa og Johannu, og Mariu Klein, konu Guttorm Klein, sum tíverri nú er deyður, fingu gestirnir eisini høvi til at smakka føroyskan mat, men tað var ikki nakað tey ótu seg mett av, men tey fingu eisini annan leskiligan mat, sum gagnaðist sera væl, og vóru ovfarin av blýðskapinum, og takkaðu mangar gangir.

Tá Erik á seinastu føroyaferð sínari hevði verið undir Vestmannabjørgunum, var hesaferð valt at fara ein túr við skjóttgangandi báti undir Tindhólm, og fjøllini rundanum, og lagt var út fyri Gásadal, og Bøur var eisini vitjað, so gestirnir fingu so hatturin passaði av føroyskari náttúru. Byrjaði og endaði við vældekkaðum borði, sum Beinta Klein, stóð fyri heima hjá foreldrunum í Miðvági, og dagin eftir fóru gestirnir aftur til Kanada, men gystu eina nátt í Reykjavík, har tey so eisini hildu brúdleypsdag.

Fyrireikarar av túrinum hjá Erik og Merab í Føroyum, vóru Dan Klein, og dóttirin, Hjørdis Klein.

Soleiðis endaði túrurin hjá Kanadisku gestunum á føroysku familjuslóðini, sum tey minnast aftur á við gleði og virðing fyri forfedrunum.

---

Seinni leggja vit grein út um, at fyrsti Kleinurin í Føroyum, var fúti, og hann bollaði upp í arbeiðskonuna.