Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanning av nyttuvirðinum, og lyfta upp í Hesti

Skrivligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í innlendismálum: 

1. Er nøkur nýggj kostnaðarmeting gjørd av ávíkavist Eysturoyar- og Sandoyartunlinum?
2. Er nøkur nýggj kanning gjørd um nytturvirðið av Eysturoyartunlinum?
3. Er linjuføringin av Eysturoyartunlinum endaliga staðfest?
4. Er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin ikki skal liggja um Hest, og vórðu kanningar um skaktir ella spiralar gjørdar í hesum sambandi?
5. Metir landsstýrmaðurin, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eysturoyartunnilin, har gott vegasamand longu er frammanundan?
6. Metir landsstýrismaðurin at Eysturoyartunnilin samfelagsbúskaparliga eigur at hava hægstu raðfesting, tá hugsað verður framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suðuroyar? 

Viðmerkingar:
Verður samanborið við norskar prísir, so meta fólk í vinnuni, at samlaði kostnaðurin fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag liggur um 3 miljardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera 3-sporaður. Tað merkir, at kostnaðurin eftir stuttari tíð er hækkaður við triðingi. Sera ivasamt er tí, hvat endaligi prísurin verður.

Trygdarkrøv av ymsum slagi eru og verða munandi herd, hetta økir eisini um kostnaðin, eisini fyri kommunurnar við endarnar. Ein nýggj kanning av nyttuvirðinum er neyðug, fyri at tað almenna kann taka endaliga støðu.

Í Noregi er vanligt við uppkomu av tunlum gjøgnum skaktir við lyftum, ella við at gera spiralar upp. Áhugavert hevði verið at vita, um hesin møguleikin varð kannaður í sambandi við linjuføringina um Hests- og Skopunarfjørð.

Staðbundna nevndin í Hesti hevur heitt á løgmann um at taka málið um Sandoyartunnilin uppaftur og at nærri kanningar verða gjørdar av Landsverki, fyri at vita, um tað ikki er fíggjarliga tann mest skynsama loysnin, at hava linjuføringina undir sunnara part av Hestoynni.

Staðbundna nevndin vísir á, at ein skakt við lyftu kann koma upp í Hesti, sum kann lyfta upp til 3,5 tons. Skaktin verður umleið 160m. Prísurin pr. metur er 25.000 kr, tilsamans um 4 miljónir. Tað kostar samfelagnum nógv at hava sjóvegis farleið, við tveimum manningum atknýttum til Hestrutuna, langt inn í framtíðina.

Tá hugsað verður um, at tænastustøðið á ferðasambandinum við Suðuroynna má hækka, er ógvuliga viðkomandi at hoyra, um landsstýrismaðurin metir, um Eysturoyartunnilin í løtuni eigur at fáa hægstu raðfesting.

18. september 2015

Heðin Mortensen, 
løgtingsmaður