Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanning av upsaleiðum

Magnus Heinason var í oktober úti og kannaði upsaleiðir kring Føroyar. Hesin túrur var tann síðsti av trimum í ár. Umframt at kanna upsa, var endamálið eisini at kanna tosk og hýsu. Túrurin tók seks dagar, frá 22. til 27. oktober.

Íalt vórðu 6.184 kg veidd í eini 40 hálum. Góð 55% av veiðuni var upsi. Upsi varð fingin í hvørjum háli.

Toska- og hýsuveiðan vóru ávikavist 750 kg og 669 kg. Hetta er mesta hýsunøgd á hesum trimum túrunum, hóast fyrsti túrurin í apríl taldi 71 hál. Allar hýsustøddir vóru eisini umboðaðar.

Íalt vórðu 137 hál tikin á øllum trimum túrunum (71 hál í apríl og 26 hál í mai).

Les alla frágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2015/FRAG1542.pdf