Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanning um íløguavkast hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum 2014/2018

Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum fyri tíðarskeiðið 2014-2018. Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygnið á tryggingarmarknaðinum, og er hon dagføring av kanningini um íløguavkast, sum varð almannakunngjørd í desember 2018. 

Tíðindaskriv frá Tryggingareftirlitinum:

Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum 2014-2018 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 2,6 %, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var í miðal 5,2 %. 

Í 2018 var fall á partabrævamarknaðinum, ið gjørdi, at hetta árið fingu føroysku feløgini negativt avkast á -1,5 %, meðan donsku feløgini høvdu negativt avkast á -1,8 %. Fallið á partabrævamarknaðinum í 2018 gjørdi eisini, at avkastið fyri tíðarskeiðið 2014-2018 er lægri enn í undanfarnu kanning, tá partabrævamarknaðurin øll árini hevði positivt avkast. 

Ein orsøk til lægra íløguavkastið hjá føroysku feløgunum 2014-2018 er, at føroysku feløgini hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkreditlánsbrøv, meðan donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og í grundir og bygningar, sum í tíðarskeiðnum hava givið hægri avkast. 

Tað er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum í tíðarskeiðnum. Hetta er m.a. orsakað av, at feløgini hava valt ymiskan íløguprofil, har nøkur feløg hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkredittlánsbrøv við lágari rentu. 

Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta ikki, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, bonus v.m. 

Íløguavkastið hevur stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Um vit til dømis taka ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 kr. um mánaðin og rindar 15 % í eftirløn, svarar tað til  2.700  kr. um mánaðin aftaná 40 % í eftirlønarskatti. Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 2,6 % í miðal givið eitt samanspart virði á uml. 2,3 mió.kr. aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 5,2 %, hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 4,3 mió.kr., sum er næstan tvífalt so stórt. 



Undersøgelse af investeringsafkast 2014-2018.pdf