Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanningar av andevnum móti korona virus farnar í gongd

Kanning av andevni móti korona virus er nú innkoyrd á kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvstovuni.

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hevði boðið 1500 tilvildarliga valdum fólkum úr øllum Føroyum at luttaka í hesi verkætlan. Skotbráið at lata eina blóðroynd var bara nakrar dagar, men omanfyri túsund luttakarar meldaðu seg.

Blóðroyndirnar hava verið goymdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men í dag kom Maria Skaalum Petersen, granskari, sum stendur fyri verkætlanini, niðan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við teimum 1075 blóðroyndunum.

Fríggjadagin kom analysutilfarið, sum vit skulu brúka til at kanna blóðroyndir fyri andevni móti koronavirus umsíðir úr Kina.  Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú  gjørt analysuna klára, og kann tí í dag byrja kanningarnar av COVID-19 andevnum. Vit vænta, at úrslitini av hesi kanning verða tøk mitt í næstu viku.

Korona andevni


Verður kroppurin álopin av bakterium ella virus, verður andevni (immunoglobin) framleitt.
Við at máta andevni móti korona virus í eini blóðroynd, ber til at siga um persónurin hevur verið smittaður við covid-19.


Nakrir dagar ganga frá tí at ein er smittaður, til andevni verða framleidd í kroppinum.