Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanningar av makreli í Norðurhøvum

Í tíðarskeiðinum frá 18 juli til 31 august í ár vóru kanningar gjørdar av makreli í Norðurhøvum. Kanningarnar vóru skipaðar sum felagskanningar ímillum Føroyar, Ísland og Noreg og høvdu til endamáls at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli.Tað, sum serliga merkti kanningarnar í ár, var, at samlaða økið, har makrelur kundi hugsast vera, bleiv ikki kannað í nóg stóran mun. Hetta hevur ávirkað niðurstøðurnar soleiðis, at tær eru minni eftirfarandi.

Útbreiðsla og lutfall í veiðuni av makreli, sild og øðrum fiskasløgum á kanningunum í juli-august 2011. Vinstrumegin er úrslitið frá kanningunum í 2010 og høgrumegin frá í ár. Reytt er makrelur, blátt sild, gult svartkjaftur og violett onnur fiskasløg.

Havstovan fekk í ár tillutað eina granskingarkvotu av makreli, sum serliga var ætlað til at kanna makrel í føroyskum øki í juli/august. Partur av hesi kvotu fór til Finn Fríða, sum gjald fyri at gera hesar kanningar. Noreg leigaði ”Libas” og Ísland luttók við rannsóknarskipinum Árna Friðrikssyni. Siglt varð eftir ávísum kósum og trolað varð regluliga fyri hvørjar 50-60 fjórðingar.

Eftir hvørt hál vóru eisini kanningar gjørdar av hitanum í sjónum og av djóraæti, sum hesa tíðina á árinum er høvðusføðin hjá makreli. Í tíðarskeiðinum kanningarnar vórðu gjørdar, varð makrelur fingin í einum øki frá vesturstrond Noregs til vestur ímóti grønlendska sjómarkinum, og frá umleið 61˚N til norður ímóti Jan Mayen.

Makrelurin var heldur vestari í ár í mun til í fjør, tá hesar kanningarnar á fyrsta sinni fevndu um alt økið norðanfyri, har makrelur var at fáa. Hetta sæst eisini aftur í lutfallinum av makreli í teimum ymisku økjunum. Av tí at Noreg í fyrstu syftu ikki skuldi kanna makrel í summar, men kortini komu við, aftan á at Ísland og Føroyar høvdu samskipað kanningarnar, varð ikki alt økið norðanfyri kannað í ár.

Hetta hevur ført við sær, at samlaða útbreiðslan av makreli ikki er heilt eftirfarandi, serliga ikki norðan fyri 67 stig norður. Hvussu hetta hevði ávirkað býtið vita vit ikki. Í kannaða økinum í ár var mest makrelur í íslendskum sjógvi, har góð 42 prosent av samlaða makrelinum var at fáa. Í føroyskum øki vóru 22 prosent og í norskum øki eisini góð 22 prosent.

Nøgd av makreli og býti í ymisku økjunum. Viðmerkjast skal at ein lítil prosent partur eisini var í ES og Jan Mayen økinum.

Kanningarnar vístu eisini, at tann størsti makrelurin ferðast longst á síni leitan eftir føði. Størsti makrelurin varð fingin á norðastu og vestastu leiðunum. Miðalstøddin í føroyskum øki var minni, og kom hetta einamest av tí ,at smáur makrelur varð fingin í økinum vestan fyri Føroyar og ímillum Føroyar og Ísland. Hetta øki er nú í WGWIDE arbeiðsbólkinum undir ICES, sum granskar uppsjóvarfisk, staðfest sum eitt uppvakstrarøki hjá makreli.

Annar uppsjóvarfiskur

Kanningarnar vístu, at nakað av smáum svartkjafti var at síggja vestan og norðan fyri Føroyar. Hetta er serliga 0 og 1 ára gamal svartkjaftur, so tilgongdin seinastu tvey árini hevur verið heldur frægari enn árini frammanundan. Tað vísti seg, at sildin hevur staðið longri í føroyskum sjógvi í ár enn hon plagar. Orsøkin til hetta er helst, at sjógvurin eystan fyri Ísland og í Jan Mayen økinum fyrr í ár var kaldari enn í fjør. Hetta kann hava ført við sær, at sildin er støðgað á í økinum norðan fyri Føroyar, ístaðin fyri at fara norður eftir, sum hevur verið vanliga gongdin seinni árini. Eitt serligt við sildini í ár var, at nógv smásild varð fingin norðan fyri Føroyar. Henda sildin var millum 20-26 cm til støddar. Ikki er heilt greitt hvaðani henda sildin stavar, men eftir útsjóndini og vakstrarlagnum av nytrunum at døma frá túrinum í juli, kann hetta verða avkom frá norðhavssild, kanska undan Føroyum.

Næsta ár

Ein av niðurstøðunum í ár var, at samlaða økið, har makrelur kundi hugsast at verið, ikki bleiv nóg væl kannað. Hetta verður miðað ímóti at náa í kanningunum komandi ár, fyri at fáa eina so greiða og álítandi meting av útbreiðslu og stovnsstødd, sum gjørligt. Eisini var avgjørt, at bjóða ES at vera við í kanningunum; vónandi taka tey av hesi innbjóðing, so øll londini, sum fiska makrel, í felag kunnu kanna stovnin og alla vistfrøðina, sum ávirkar makrelin og annan uppsjóvarfisk í økinum.

Kelda:

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=135:fragreieing-fra-felagskanningunum-av-makreli-i-summar