Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanningar vísa, at gjógvin millum rík og fátøk økist dag fyri dag

Undarligt at so skal vera, tí ein kanning um mong ymisk viðurskifti á Føroya landi vísti, at 95% søgdu seg at vera kristin. Har skal helst ein frágreiðing til, tí flest øll vita, sum skrivað stendur, at hægstu boðini eru, at tú skalt elska Guð, og at tú skalt elska næstan sum sjálvan teg. Hægstu boðini og tú skalt. Einki við, at tú kanst, tá tað passar tær. So vita vit tað.

Jákup – beiggi Jesus – skrivar eftir langa frágreiðing: at trúgv uttan gerningar (kærleiksgerningar) er eins deyð og eitt likam er uttan anda. So vita vit eisini tað.

Og um sama tema, har Jesus vísir til at hjálpa teimum smáu, verður niðurstøða hansara, at tey, ið ikki vildu hjálpa einum av teimum smáu, vildu heldur ikki hjálpa honum, og tí vórðu hesu víst burtur og inn í myrkrið. Meðan tey, ið hjálptu teimum smáu fingu at vita, at tey høvdu hjálpt honum , og tí skuldu fylgjast við honum inn í teir ævigu bústaðir. Dómadagurin er farin, og seyðirnir eru skildir frá bukkunum. Soleiðis verður greitt frá.

Varrakristindómur hevur als onki við kristindóm at gera, men er lótur fyri at tekkjast øðrum, so fyrimunir kunnu fáast – rein egoisma. Láturligt og grátuligt.

Kann tað vera rætt, at 95% eru kristin? Kanska eru tað heldur 5%. Tað er ikki lætt at vita, tað er kanska ein definitiónsspurningur. Men vit vita, at mangt í tí politisku skipanini verður ókristiliga býtt, so har er lítil og eingin kristilig vekt, tá viga og býtt verður. Hyggja vit bert eftir Guðs ríkidømi, ið Hann í sínum stóru vælvild letur fólkinum til ognar, og sum, verður tillutað millióningum ár eftir ár av mammondyrkarum, so sæst týðiliga, at tað er inkarneraður fanansskapur, sum drívir verkið. Onki annað.

Og so sleppa tey fátøku at halda seg omanfyri og niðanfyri fátækramarkið, meðan høgraharkaliðið sjálvt syrgir fyri lønarvøkstri til sín sjálvs, sum ongatíð sæð áður.

Ókristiligheitin sett í hásæti. Kanska Havnar Kirkja verður stong á Ólavsøku. Tað hevði kanska fingið fólkið at vakna.

Dagfinnur Danbjørg.