Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanningarætlan hjá Magnusi Heinasyni í 2017

Dan Klein --- 13.02.2017 - 09:11

Eins og onnur ár hevur Havstovan gjørt eina ætlan fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni fyri hetta árið. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári.
 
Umframt er pláss fyri nøkrum fáum túrum, ið kunnu skifta á hvørjum ári, og sum eru ætlaðir at kanna ymiskt, ið ikki er fevnt av teimum afturvendandi túrunum. Í ár verða fleiri tílíkir túrar gjørdir, onkuntíð sum partar av øðrum túrum. Tríggir túrar eru settir av at kanna útbreiðslu og nøgdir av reyðæti (Calanus finmarchicus) vestanfyri, og umframt verður tíð tikin av trimum øðrum túrum til somu kanningar.

Reyðæti á djúpum vatni verður eisini kannað á trimum túrum í Hetlandsrennuni fyri at vita, um reyðæti kann veiðast í vinnuligum nøgdum á heysti og vetri. Í juni er ein vika sett av til at kanna útbreiðslu av korallum, og í oktober eru tvær vikur settar av at kanna útbreiðslu og nøgdir av svartkalva hesa tíðina á árinum.
 
Teir afturvendandi túrarnir eru: Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á 6 yvirlitstrolingum; uppsjóvarfiskur (sild og svartkjaftur) verður kannaður á trimum túrum; fiskayngul, plantu- og djóraæti, hiti, salt, føðslusølt o.a. verða kannað á 7 túrum tilsamans; fiskur á djúpum vatni verður kannaður á einum túri; svartkalvi verður kannaður á einum túri, og 1 túrur verður nýttur til at merkja tosk. Ein onnur afturvendandi kanning er av makreli; hon verður gjørd við leigaðum skipi.
 
Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni.
 
Magnus Heinason fer eftir ætlan fyrsta túr mikudagin 15. februar til hydrografikanningar.