Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kapitalurin fær størri part av vøkstrinum

TEMA UM BÚSKAPARVØKSTUR: Búskaparliga framgongdin í samfelagnum hevur verið stór, serliga eftir fíggjarkreppuna í 2008. Men tøl frá Búskaparráðnum vísa, at virkini hava alsamt størri part av avlopinum eftir
 
Sveinur Tróndarson, journalistur

Løntakararnir fáa ikki ágóðan av stóru avlopunum í vinnuni. Ístaðin eru tað kapitaleigararnir – partaeigararnir – sum fáa ágóðan. Antin á tann hátt, at ognarparturin hækkar í virði, tí eginognin økist, ella tí teir fáa peningin út sum vinningsbýti – og hægri løn.
 
Tað stendur at lesa í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum varð latin Løgtinginum í samband við at fíggjarkarmarnir vóru lagdir fyri Løgtingið.
 
Sambært frágreiðingini er lutfallið millum virkisyvirskot og lønarútreiðslur broytt skjótt tann vegin, at virkisyvirskotini eru økt nógv skjótari enn lønarútreiðslurnar.
 
Luftallið broytt
Búskaparráðið sigur, at lutfallið í 2008 var 30 prosent. Tá høvdu vinnufyritøkurnar 1,4 milliardir krónur í yvirskoti og samlaðu lønirnar fyri somu fyritøkur vóru 4,6 milliardir.
 
Í 2015 var hetta lutall broytt til 74 prosent, tí nú høvdu vinnufyritøkurnar góðar fýra milliónir í avlopi og lønirnar vóru 5,1 milliónir krónur, og í fjør fór tað upp í 80 proent.
 
- Orsøkin til hesa stóru broyting síðan 2008 eru stóru vinningarnir í uppisjóvar- og alivinnuni seinastu árini, sum ikki eru falnir løntakarunum í allari vinnuni í lut, men mest kapitalánarunum, skrivar Búskaparráðið í seinastu frágreiðingini.
 
Lønarvøksturin steðgaði
Taka vit gongdina frá aldarskiftinum og fram, so vísa tølini hjá Búskaparráðnum, at lønirnar í vinnufyritøkunum vuksu nógv fram til fíggjarkreppuna 2007-2008. Næstu árini lækkaðu lønirnar og í 2013 vóru tær bara góðar 100 milliónir krónur størri enn tær vóru í 2008. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,3 prosent, og tað merkir í veruleikanum eitt fall í realum virði; tí í sama tíðarskeiði hækkaði prístalið við 6,5 prosentum.
 
Hjá vinnufyritøkunum gekk ikki líka væl hetta tíðarskeiðið. Frá 1998 til 2008 stóð yvirskotið í vinnufyritøkunum í stað, men síðan er talan nær um um eina fýrafalding. Í 2008 var samlaða virkisyvirskoti 1,4 milliardir krónur, í 2018 væntar Búskaparráðið at yvirskoti verður 5,2 milliardir krónur.
 
Tað eru serliga alifyritøkurnar og uppsjóvarfyritøkurnar, sum eru orsøkin til ta stóru broytingina, og tað merkir aftur, at tað eru eigararnir av hesum fyritøkum, sum serliga væl merkja, at tað gongur væl.
 
Búskaparvøkstur
Tað er eingin loyna at tað hevur gingið væl í føroyska samfelagnum seinastu nógvu árini. Burtursæð frá onkrum smærri niðurtúrum, hava vit havt støðugan búskaparvøkstur síðan áðrenn aldarskiftið.
 
Tað sæst á tølunum fyri bruttotjóðarúrtøkuna. Í 2000 var hon 8,5 milliardir krónur, í 2013 var hon 14,7 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur uppá umleið 70 prosent. Seinastu almennu tølini fyri bruttotjóðarúrtøkuna í ársins prísum er frá 2013, men framrokningar hjá Búskaparráðnum vísa, at góða gongdin heldur fram.
 
Sambært ráðnum verður BTÚ í ár góðar 19 milliardir og næsta ár umleið eina milliard hægri.
 
Tema um búskaparvøkstur. Hettar er fyrsta greinin hjá Sveini Tróndarson, journalisti, í røð um búskaparvøkstur.