Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fjórða árið á rað fara bestu hondbóltsfeløgini hjá kvinnum og monnum mikukvøldið at kappast í Hoyvíkshøllini um Lionsbikarið

Kappast um Lionsbikarið

Dan Klein --- 01.09.2017 - 09:00

Bestu hondbóltsliðini hjá kvinnum og monnum í hondbólti fara mikukvøldið 6. september at kappast um Lionsbikarið og stuðla samstundis Heilafelagnum

Hetta er fjórða árið á rað, at stórsteypadystir verða spældir í hondbólti eftir núverandi leisti, har kappast verður um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum, og verða teir báðir dystirnir í Hoyvíkshøllini mikukvøldið 6. september.

Dysturin hjá kvinnunum, sum byrjar klokkan 18, er grannauppgerð millum havnarfeløgini, Kyndil og Neistan. Síðsta vetur var Kyndil omaná og vann bæði landskappingina og steypakappingini, so nú er stóri spurningurin, um Neistin megnar at svara aftur ella um Kyndil heldur fast við yvirtakið.

Hjá monnunum møtast H71 og VÍF klokkan 20, og her er somuleiðis galdandi, at hoyvíkingar vunnu bæði landskappingina og steypakappingina, so nú skal H71 vísa, um styrkin framvegis er har, og í sínum lagi skal VÍF vísa, um liðið er klárt aftur í vetur at taka dystin upp.

Stuðla Heilafelagið
Stórsteypadystirnir í hondbólti eru samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og meðan Hondbóltssambandið tekur sær av tí, sum hevur við sjálva avgreiðsluna av dystunum, tekur Lions Club sær av øllum tí praktiska, ið annars er rundanum.

Sum vanligt, tá Lions Club er inni í myndini, er talan um at fáa til vega pengar til eitt vælgerandi endamál, og so er eisini hesaferð. Avgerð er tikin um, at allur ágóðin av dystunum um Lionsbikarið mikukvøldið fer til Heilafelagið. Pengarnir verða handaðir í steðginum, sum er millum dystirnar.

Reglurnar fyri stórsteypadystirnar um Lionsbikarið siga annars, at spælt verður í 10 ár og at vinnari er tað liðið, ið tá hevur vunnið flestar ferðir. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið, verður spælt, til eitt hevur vunnið oftast. Hjá kvinnum hevur Neistin vunnið tvær ferðir og Kyndil eina ferð, og hjá monnum hava Kyndil, Neistin og H71 vunnið hvør sína ferð.

Lions-bikarið, kvinnur:
2014 Kyndil-Neistin 29-26
2015 Neistin-Kyndil 30-25
2016 Neistin-VÍF 20-19
2017 Kyndil-Neistin

Lions-bikarið, menn:
2014 KÍF-Kyndil 20-26
2015 Neistin-VÍF 32-26
2016 H71-VÍF 24-19
2017 H71-VÍF