Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her sat blaðstjórin fongslaður fyri úttalilsini hjá øðrum navngivnum persóni. Hetta var bara ein liður í at fremja sensur í Føroyum

Karaktermyrdur við justitsmorðum

Mánadagin hevði Jógvan Páll Lassen, advokatur, bestilt tíð í útvarpinum, har hann rættvísgjørdi, at ákæruvaldið ikki fór eftir málinum við dronginum, ið skuldi seljast sum trælur á netinum. Hann vísti á munin millum at viðgera ein politikara og ein dómara. Advokaturin hevði eina aðra ætlan. Hann vildi rættvísgera justitsmorðini í móti boðberanum, Dan Klein, sum hann eisini sjálvur hevði gjørt sær dælt av. 

Grein í Oyggjatíðindi, løgd út á netið: 4. oktober 2011, kl. 15:02

Hann lat snilt vera við at nevna, at blaðstjórin, ið bleiv dømdur fyri at ærumeiða ein dómara, bara var boðberi, og at talan var um eitt justitsmorð, sum advokaturin, seinni sjálvur gjørdi sær dælt av uppá somu konto.

Tað var ein navngivin kelda, sum hevði úttalað seg um hendan dómara. Hesa kelduna tordi ákæruvaldið ikki eftir, sjálvt um viðkomandi stóð við tað, hann hevði sagt í blaðnum.

Fyri at bróta mannarættindini dupult hjá blaðstjóranum, tók fútin og plantaði falskt prógv inn í ákæruritið, sum als onki hevði við hendan dómaran at gera, og heldur onki hevði við blaðstjóran at gera. Og tað er eisini ólógligt.

Hendan sama keldan hevði nevniliga kallað fútaembætið fyri eina Godfather fyritøku. Ikki blaðstjórin, sum tó bleiv dømdur – entá í fongsul, fyri úttalilsini hjá einum øðrum, bæði í móti fúta og í móti dómara.

Fyri at tryggja fongsulsdómin varð sokallaði Global-dómurin, har blaðstjórin avdúkaði skipasvikini í Føroyum, lagdur inn undir.

Nøkur ár seinni hevði sama navngivna kelda úttala seg um Jógvan Páll Lassen, advokat.

Hann tordi heldur ikki at fara eftir navngivnu kelduni, men kviteraði við sama leisti. Advokaturin kravdi sama rætt, sum dómarin, at fara eftir boðberanum og ikki eftir kelduni.

Soleiðis hevur blaðstjórin eina slóð av justitsmorðun aftaná sær. Tá tað er sagt, so átti viðgerðin hjá advokatinum at snúð seg um mannahandilin á netinum, og ikki at rættvísgera fleiri justitsmorð, advokaturin sjálvur eigur so stóran lut í.

Tað er hvørki loyvi at selja ella at lýsa persónar til sølu á netinum. Tað er heldur ikki loyvt at selja lutir, ein ikki eigur.

Tað var hesum advokaturin, Jógvan Páll Lassen, átti at farið eftir. Soleiðis kundi útvarpið fingið lýst hví løgreglan ikki vil eftir ólógligum mannahandli í Føroyum.

Men hetta er onki eindømi. Soleiðis verður almenninurin áhaldandi villeiddur, og útvarpið letur seg misbrúka einsíðugt.

Hesaferð fyri at rættvísgera karakter- og justitsmorðini í móti einum blaðstjóra, sum als ikki sleppur at verja seg.

Dómarnir í móti blaðstjóranum svara til, at útvarpið letur persón úttala seg alment, og at útvarpsstjórin aftaná verður stevndur, og seinni dømdur fyri tað, persónurin sigur um onkran annan. Hetta er brand ólógligt, men er eisini tað, fleiri - m.a. Jógvan Páll Lassen, advokatur, og hasin dómarin, hava fingið blaðstjóran, dømdan fyri. Teir tordu ikki eftir kelduni, og tað kostaði teimum onki at døma og karaktermyrða blaðstjóran, tí teir vistu, at kykarin varð settur fyri blinda eygað í pressuni, og í almenninginum.

Útvarpið kundi spurt hví advokaturin bendi samrøðuna inn á hetta spor, og ikki vildi viðgera tað, málið veruliga snúði seg um - nevniliga um drongin, sum skuldi seljast á netinum, sum trælur. Í staðin valdu tey bara at halda mikrofonuni hjá advokatinum, sum hevði sína egnu dagsskrá, sum so afturfyri varð sungin út um geilar í tveir dagar.

------------

Hjá KvF er eingin broyting. Tað tryggjar húsadvokaturin fyri.