Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári Petersen: Hol í høvdið ikki at mótrokna løn

TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPAN: Tað gevur onga meining, at almenna pensjónsskipanin og skattaskipanin viðvirka til, at nógv fólk fara upp í realinntøku, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Tað burdi verið mótroknað í øllum, tá ein persónur arbeiðir fulla tíð eftir at vera fyltur 67 heldur Kári Petersen, búskaparfrøðingur 
 
Ingolf S. Olsen – PRESS
 
Kári Petersen, búskaparfrøðingur á Gjaldstovuni, var formaður í serfrøðingarbólkinum, sum í 2006 varð settur at gera tilmæli um eina nýggja pensjónsskipan, og hann hevur sum embætismaður verið knýttur at arbeiðnum síðani.
 
Hjá honum er ongin ivi – skulu vit hava eina samhaldsfasta pensjónsskipan, sum bæði er fíggjarliga haldfør og rímilig í mun til veitingarnar, so má lúkast út í tí órímiliga, sum er galdandi í dag.
 
Og hann minnir á, hví tað er so umráðandi at taka hond um fíggjarliga haldførið, nevniliga tí tað tryggjar, at pengar eisini í framtíðini verða til at reka almennu tænasturnar – alt eldraøkið og ikki minni heilsuverkið.

Hol í høvdið
- Grundleggjandi hugsanin má vera, at pensjón er nakað, sum kemur í staðin fyri mista inntøku, og ikki nakað, sum kemur afturat einari lønarinntøku. Men í dag er tað í alt ov stóran mun talan um nakað, sum bara kemur afturat.
 
- Tað er hol í høvdið, at tú í dag fært 8000 krónur út í almennari pensjón, sjálvt um tú arbeiðir fulla tíð og fært 30.000 krónur um mánaðin í løn, sigur Kári Petersen.
 
- Poengið í mótrokning er, at tú burdi kunna mótrokna í øllum, um ein persónur arbeiðir fulla tíð og hevur eina góða løn, tá hann er 67 ár. Tað var tað, sum vit søgdu í okkara tilmæli, at man skuldi kunna mótrokna í meginpartinum av pensjónini, sigur hann.
 
Upp í inntøku tá tey gevast
Nógv fara eisini upp í tøkari inntøku, tá tey verða pensjonerað, eisini um tey veruliga gevast at arbeiða. Orsøkin er verandi pensjónsskipan saman við serligari skattaskipan fyri fólk, sum eru eldri enn 67.
 
Sum hugsað dømi nevnir Kári Petersen ein tænastumannasettan, sum sum hevði 30.000 krónur um mánaðin í endaløn beint fyri pensjoneringina, harav 16.000 krónur vóru eftir, tá skattur og arbeiðsmarknaðargjøld vóru goldin.
 
 - Tænastumenn hava eina rættiliga góða egna pensjónsskipan, so hesin tænastumaðurin fær 60 prosent í pensjón av tí, sum hann hevði í endaløn, og saman við almennu pensjónsveitingunum og Samhaldsfasta endar hann uppi á 17.000 krónum eftir skatt – altso 1000 krónur meira í tøkum peningi enn meðan hann arbeiddi fulla tíð, sigur Kári Petersen.
 
Hann vísir á, at slíkar skipanir eru í andsøgn við grundhugsanina undir pensjón og eftirlønaruppsparing, nevniliga at pensjónin skal verða 60-80 prosent av tí, ein hevði í løn á arbeiðsmarknaðinum.
 
- Tað gevur onga meining, at almenna pensjónsskipanin og skattaskipanin viðvirka til, at nógv fólk fara upp í realinntøku, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí tað er ikki sum pensjonistur, at tú hevur brúk fyri slíkum stuðli.
 
- Sum pensjonistur hevur tú onga forsyrgjaraskyldu, flestu pensjonistar skylda lítið, og húsini eru útgoldin. Skuldi tað almenna aktivt økt disponiblu inntøkuna hjá fólki, altso tað, sum er eftir eftir skatt og arbeiðsmarknaðargjøld, so var meira logikkur í, at tað varð gjørt í hinum endanum – hjá ungum fólki við børnum og lestrarskuld, sum skulu seta búgv ella júst hava gjørt tað, sigur Kári Petersen.
 
Langt á mál
Hann staðfestir, at tað einasta, sum politiskt er komið av skafti í pensjónshøpi í mun til tilmælini frá serfrøðingabólkinum og tað, sum semja hevur verið um í politiska fylgibólkinum, er tvungna eftirlønaruppsparingin og umleggingin frá kapitalpensjón til eftirlønaruppsparingar við leypandi útgjøldum.
 
- Tvungin eftirlønaruppsparing fyri øll er eisini við í okkara tilmæli. Vit hava lánt tað úr danska vælferðaruppskotinum. Danir hava tó ongantíð gjøgnumført tað, men tað eru vit so farin undir.
 
- Endamálið er, at tá tú hevur eina góða pensjónsuppsparing sjálvur, so fært tú minni í fólkapensjón. Tí skulu helst øll koma høgt upp í eginuppsparing, sigur Kári Petersen.
 
Umleggingin frá kapitalpensjón til leypandi útgjøld hevur týdning í sambandi við mótrokning.
 
- Kapitalpensjón kann ikki mótroknast, men við at fara yvir til leypandi útgjøld verður latið upp fyri, at tað skal bera til at mótrokna uppsparda eftirløn í fólkapensjónini. Tað fer at merkja, at útreiðslurnar til fólkapensjón ikki fara at vaksa so skjótt, sum tær annars vildu, sigur Kári Petersen.
 
Pensjónsaldurin er eitt tað týdningarmesta at broyta í einari pensjónsnýskipan, heldur hann.
 
- Tá tú hækkar pensjónsaldurin, syrgir tú fyri, at fólk fáa pensjón í færri ár, men tey rinda inntøkuskatt í fleiri ár. Tann effektin kemur beinanvegin. Eginuppsparingin hjálpir hinvegin ikki fyrr enn eitt áramál er liðið - tá øll eru komin á eitt hampuligt støði, sigur Kári Petersen.

Bruttofisering
Tveir aðrir týdningarmiklir tættir, sum hann nevnir í pensjónsnýskipanini, eru bruttofiseringin – at allar veitingar verða skattskyldugar – og javningin av almennu pensjónunum.
 
- Eg haldi, at tey hava verið nokkso samd politiskt um at brúka ein javningarhátt, sum er ein blandingur av lønarjavning og prístalsjavning. Um lønirnar til dømis hækka við trimum prosentum og prístalið við einum prosenti, so leggja vit tølini saman og dividera við tvey – so fáa vit eina pensjónsjavning á tvey prosent.
 
- Bruttofiseringin hevur stóran týdning fyri allar partar. Hon elvir til betri gjøgnumskygni, tí tú fert at kunna samanbera beinleiðis við lønir. Ein fólkapensjonistur við fullari pensjón fær umleið 12.000 krónur í fólkapensjón og Samhaldsfasta fyri skatt. Men tað er bara Samhaldsfasti, sum verður skattaður, so hann hevur 10.500 krónur eftir. Tað svarar til at fáa umleið 16.000 krónur í vanligari løn. Tí snýr tað seg um at hækka samlaðu almannaveitingarnar á hetta støðið og so skatta tær sum allar vanligar inntøkur. Tá fer at bera til hjá øllum at samanbera tølini beinleiðis, sigur Kári Petersen og leggur afturat:
 
- Hetta hevur eisini nakað við okkara skattaprinsipp at gera – at vit øll rinda skatt av øllum okkara inntøkum.
 
TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPANINA: Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum varpar ljós á arbeiðið at umskipa pensjónsøkið til framtíðina, sum er eitt av teimum stóru málunum hjá hesi samgonguni. Hettar er triðja greinin í greinarøð, sum Ingolf S. Olsen, journalistur, PRESS, skrivar.