Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári spyr Høgna um grágæsina

Kári P. Højgaard, spyr Høgna
Hoydal um grágæs.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um grágæs, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

Spurningur

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa áleið, hvussu nógvar grágæs vóru í Føroyum 1. juni 2014, tá bøndur og jarðareigarar eftir umsókn fingu loyvi at skjóta burtur av stovninum alt árið? 

2. Hvussu nógv loyvi eru útskrivað, hvaðan í Føroyum koma umsóknirnar og hvussu nógvar gæs eru higartil skotnar? 

3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at skjóta grágás, tá hon reiðrast og hevur ungar? 

4. Eigur slíkt loyvi ikki at verða givið í samráð við serfrøði og avvarðandi feløg? 

Viðmerkingar

Til fyri stórthundrað árum síðani áttu grágæs í Føroyum so væl sum aðrastaðni. Tá menn fyrilitarleyst fóru at skjóta fuglin, doyði grágásin út her á landi. 

Stovnurin hevur verið friðaður seinnu árini og tí ment seg so nógv, at nakrir bóndur hava havt trupulleikar, tí gæsnar hava etið ein part av grøðini. 

Tá ætlanirnar hjá landsstýrismanninum at minka um stovnin vórðu kunnaðar, vísti limur í Fuglafrøðifelagnum á, at tað var út um alt mark, at almennu Føroyar ætlaðu at geva loyvi at avmarka ein fuglastovn uttan at vita, hvussu stórur stovnurin er, og uttan at kenna til ferðing og annað hjá hesum fuglastovni. 

Eisini Umhvørvisstovan, fuglafrøðingur á Havstovuni umframt Føroya Fuglafrøðifelag vóru harðliga ímóti ætlanini. 

Eitt, sum hesir stovnar vísa á, er, at eingin veit, hvussu nógv er til av grágás í Føroyum. 

Tað er skjótt at gera av við búfuglin, um ikki neyvt eftirlit er við, hvussu nógvir fuglar verða skotnir. Harafturat kann spurnartekin setast við, um tað ikki er etiskt og moralskt skeivt, at loyvt er at skjóta fugl um summarið, tá hesin reiðrast og hevur ungar, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í fyrispurningi sínum.