Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Vit kenna tær frá egnum, góðum projektum, sum eisini hoyrist aftur í hesi útgávuni
Eg fekk eina góða kenslu, tá eg setti meg við fløguni Tívils Døtur, tí serliga uppsetingin er sera væl frágingin.

Framleiðslan, sum Unn Paturson hevur tikið sær av, er meistarlig, tí tað er ikki bara soleiðis at fáa eitt slíkt verk at hanga saman.

Sum tær nevna, er støðið tikið í stóra nóta- og laglinjuarbeiðnum hjá Marionnu Clausen, sum vit hava tosað um her í Kvørnini – uttan tað, hevði útgávan ikki verið veruleiki, siga tær. 

Røddirnar eru valdur – júst har tær eru hoyra heima, so her er eitt gott verk latið úr hondum, sum eisini gevur mær eina kenslu av sangligum dugnaskapi.

Eg eri glaðast fyri a capalle partin, tí onkrastaðni haldi eg elektronisku ljóðini hjá Lasse Thorning Jæger eru ikki so væl vald – serliga í skering 2 – har eitt hvínandi ljóð er, sum ikki er serliga stuttligt at fáa gjøgnum oyratelefonirnar.

Hinvegin, haldi eg at tað aðrastaðni er ókey - eisini slagverkið hjá Rógva, sum fær meg at føla eina kenslu av fetum í hesi nógvastaðni kvæðakendu framførsluni.

Sjangran er fólksligur, kvæðakendur poppur, har íblásturin eisini er tikin úr modernaðum bulgarskum kórsangi.

Onkuntíð kann ein fáa eina kenslu av, at nógv líkist og endurtøkur eru, men onkursvegna er neyðugt at fara ígjøgnum verkið nakrar ferðir, so tú kann skilja hetta sundur og her stendur sjálvur teksturin eisini sterkari.

Kanska er uppsetingin ov “vøkur” í støðum, men eri eg rættiliga sannførdur um, at tær hava vilja gjørt verkið til heiðurs fyri Marionnu og tað hon legði eftir seg.

Mær tykir, at KATA er meira ein LIVE bólkur, sum skal upplivast á palli, tí tá trúgvi eg, at ein fær ein størri og inniliga uppliving og nærveru.

Mær dámar væl ljóðblandingina og mastringina hjá Finni Hansen og Óla Poulsen og húsin er sera væl frágingin, har myndin av teimum fimm er sigandi og lýsandi.

Fínt tekstblað og frágreiðing er at finna í húsanum, sum gevur áhugaverda meining, í hesum kanska ofta einsporaða tónalagnum. 

Løgini á fløguni eru:

1. Tívils døtur
2. Silvurlín
3. Inni liggur tú líri
4. Faðir og dóttir
5. Eg átti mær eina húgvu (Húgvutáttur)
6. Risin og moyggin
7. Rura, rura barnið
8. Grímur í Miðalsnesi
9. Vevpíkan – Mítt val í Kvørnini - tí røddirnar er væl skipaðar og settar upp 
        – FLOTT LAG!
10. Torkils døtur
11. Tað var 99 og tað var 98
12. Rura, rura barnið (Outro)

Sjálvt um tað kanska eru ávís ting, ið kunnu draga niður (líkheitin og tað drúgva) so er samlaða verkið so væl frágingið, at hon fær 5 stjørnur frá mær.

Fríðálvur A. Jensen

Leinkja til Kvørnina: http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/09/15/kvrnin-tvils-dtur-vi-kata