Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaupthing-húsarannsóknir

Gamlar perlur: - Bretsk og íslendsk løgregla framdu mikumorgunin umfatandi húsaránnsóknir og handtøkur hjá níggju framstandandi vinnulívsmonnum. Teir vóru sósaðir inn í húsagangin hjá Kaupthing. Guðni Níels var handtekinn í London í saman við Sigurði Einarssyni og Ármanni Þorvaldssyni, skrivaði Oyggjatíðindi fríggjadagin 11. mars 2011.

Guðni Níels Aðalsteinsson, fyrrverandi forstjóri innan fíggjarstýringar Kaupþings, var ein av teimum, sum varð handtikin í London mikumorgunin. Bretska bakmanspolitiið og special affairs, tóku hann.

Sigurður Einarsson, fyrrverandi stjórnarformaður Kaupþings og Ármann Þorvaldsson, fyrrverandi bankastjóri Kaupthing Singer og Friedlander, vóru eisini tiknir sambært D og V. Somuleiðis vóru brøðurnir Robert og Vincent Tchenguiz handteknir í Bretlandi. Vit vita ikki enn hvussu samband teirra er.

Guðni, sum arbeiddi fyri bretska fíggjareftirlitið, er kannaður av íslendsku kanningini í samband viðBankaskrædlið, har hann ikki er stovureinur.

Tað vóru ikki færri enn rannsóknir framdar á 12 adressum í bretlandi við luttøku av 135 politistum og kriminalgreinarum frá anti korruptiónseindini SFO (Serios Fraud office)

Í Føroyum var gamla leiðslan í Eik við í leikum, og kom í Kaupthing-nevndina í 2002. Í føroysku Kaupthing-nevndina kom eisini navnframi advokaturin, Jógvan Páll Lassen. Tað hendi í 2005. Tað er sami advokatur, sum hevur átikið sær ábyrgdina fyri ikki at hava fylgt lógini í samband við sølu av lutaseðlum fyri HB.

Men við Kaupthing var tað annarleiðis. Tá ferðaðist advokaturin á bonaðu gólvunum, og sat advokaturin eisini í hesi fínu nevndini, saman við íslendska stovnaranum, Sigurður Einarssyni, ið bæði hevur verið eftirlýstur av Interpol, og nú eisini handtikin undir húsarannsóknini í London.

Í langa tíð hevur heldur onki verið at hoyrt frá Petur Holm, fyrrverandi stjóra í Kaupthing, skrivaði blaðið m.a. 11. mars 2011.