Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KENDUR SJÁLVSTÝRISMAÐUR FARIN

Minningarorð um Kára á Rógvi 

 Mangan sanna vit gamla orðatakið: “Skjótt er Harranum um”. 

Tað var við sorg, at vit frættu tíðindi um, at Kári á Rógvi, bert 41 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu - ikki longur var okkara millum. 

Hann var føddur 4. mai 1973. Eg lærdi Kára á Rógvi at kenna, tá hann kom í starv sum skrivari í Sjálvstýrisflokkinum og eingin ivi var um, at politisku eyðkennir hansara vóru serstøk. Við sínari útbúgving sum løgfrøðingur og serligu vitan um samfelagsviðurskiftini, var hann ein hollur stuðul í løgtingsarbeiði Sjálvstýrisfloksins, og nógv lógaruppskot komu frá hansara hond.

Hann var góður verskapsmaður og virdi mál og mentan. Náttúran, jørð og seyðahald hevði hansara stóra áhuga og eitt av hansara mongu álitisstørvum, var sum formaður í Óðalsfelagnum. 

Kári á Rógvi stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum 2008 og hann bleiv valdur tingmaður, við sera góðum valúrslitið. Hann varð formaður Sjálvstýrisfloksins frá oktober 2010 til november 2011. Hann røkti fleiri álitissessir á Føroya Løgtingi, m.a. Mentanarnevndini, Uttanlandsnevndini, limir í § 25 nevnd stjórnarskipan, limur í § 25 nevnd tingskipan v.m.

Kári á Rógvi var útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1998 og útbúgvin doktari (ph.d.) í løgfrøði. Hann vardi ph.d. ritgerðina á Háskóla Íslands í 2009. Hin 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn hetta tíðarskeið hevði hann starvast á Fróðskaparsetrinum sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 2008 til 28. februar 2014.

Eisini skal nevnast at hann var skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanar-nevndini. Hann var við til at fyrireika lógarkarmin undir fasta gerðarættinum, og høvundur og medhøvundur til fleiri bøkur og lógarrit. Hevur harumframt havt fleiri onnur álitisstørv t.d. formaður í Javnstøðunevndini og Fasta Gerðarættinum. Nú hevði Kári fingið álitisstarvið sum virkandi dómari við Eystara Landsrætt. 

Leikluturin hjá Kára á Rógvi, sum virkin í Sjálvstýrisflokkinum, verður ongantíð gloymdur.** Kári var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argjum. Hann giftist við Jóhannu á Rógvi (f. Kristiansen), tey eiga trý børn: Bragi, Brest og Bryndis.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Jóhannu, børnunum, foreldrum og vinum. Harrin signi og styrki tykkum í sváru døgunum, sum liggja fyri framman við einum orði úr Halgubók.

Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru - fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.

Vit vilja á hendan hátt takka fyri samstarv og samarbeiði og fara altíð at minnast Kára á Rógvi við æru, og lýsa frið yvir minni hansara.

Kári P. Højgaard, 
form. Sjálvstýrisfloksins