Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kengulambið - ein bók um ættleiðing

Ein fitt søga, ið fagnar ymisleikan og kærleikans megi.

Tað lítla lambið kennir seg so einsamalt og rópar maam-maa!

Men so kemur ein kengura, sum so gjarna vil hava ein unga. Hon leggur tað lítla lambið í pungin og hoppar heim. Men hvat hendir, tá ið tað lítla lambið varnast, at tað er so nógv øðrvísi enn mamman?

Donsku útgávuna av Kengulambinum fekk Bókadeildina frá eini føroyskari mammu, sum helt, at tað manglaði ein bók sum hendan á føroyskum. Ein bók, sum lýsir, hvussu tað er at vera øðrvísi enn øll hini í familjuni. Eitt nú at hava øðrvísi hár- og húðalit ella krúllur.

Fekk íblástur frá brúnoygdu dóttur síni

- Íblásturin til søguna fekk eg frá míni brúnoygdu, dóttur, sum so gjarna vildi hava blá eygu eins og restin av familjuni. Soleiðis sigur Diana Kimpton, rithøvundur, sum eigur eina ættleidda dóttur.

Ársins fyrsta útgáva

Bókin er vorðin ein klassikari hjá foreldrum at ættleiddum børnum, men hon er heilt víst eisini ein søga um at kenna seg øðrvísi sum barn. Øðrvísi enn hini børnini. Og soleiðis kunnu øll børn kenna seg av og á. Og tí hevur tað týdning at hava vaksin rundan um seg, sum fagna ymisleikan og kærleikans megi, siga tey á Bókadeildini um hesa fyrstu útgávuna í ár.

Ein fitt og nemandi søga við stuttligum, mjúkum og elskuligum myndum. Bókin egnar seg sera væl sum upplestrar bók fyri teimum 3-7 ára gomlu.

Diana Kimpton skrivaði, Rosalind Beardshaw myndprýddi og Anja Pálsdóttir týddi.

28 bls./heft

Prísur: 69 krónur