Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kim Kielsen vitjar í Føroyum

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen er á arbeiðsvitjan í Føroyum. Løgmaður verður er fyri vitjanini.

Seinnapartin hósdagin kunnaði  landsstýrisformaðurin seg um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantic Airways. Síðan varð farið til Havnar, har løgmaður og landsstýrisformaðurin høvdu fund í Tinganesi. 

Partarnir viðgera samstarv landanna millum og felags áhugamál. Aftaná fundin høvdu fjølmiðlafólk høvið at hitta stjórnarleiðararnar.

Í dag verður vitjað á brennistøðini á Hjalla og hjá Vónini. Leygardagin vitjar grønlendski stjórnarleiðarin Oilwind, og grønlendska fylgið fer av landinum aftur leygardagin seinnapart.

"Vitjanin hjá Kim Kielsen er eitt gott høvi hjá Føroyum og Grønlandi at styrkja sambandið og at menna samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyar og Grønland hava søgulig bond og fleiri viðkomandi mál at umrøða. Heimurin er broyttur nógv seinnu árini, har fleiri lond hava áhuga í okkara parti av heiminum. 

Góð viðurskifti landanna millum hevur tí stóran týdning,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.