Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KIRSTIN DJURHUUS 25 ÁRA STARVSDAG

Lítil samkoma var nú seinnapartin á Heiminum í Vallalíð, har tað varð hátíðarhildið, at Kirstin Djurhuus hevur 25 ára starvsdag. Í hesum sambandi vitjaði eisini borgarstjórin, sum helt røðu fyri Kirsten. Hon segði m.a.:

- Góða Kirstin. Tú er uppvaksin í Oyndarfirði. Oyndarfjørður var rættiliga fjarskotin og avbyrgdur í tínum barnaárum, men har var nógv lív í, hóast tú helst hevur verið um 12 ára aldur, tá vegasambandið kom.

- Røsk hevur tú verið og fór fyrst í húspláss í heimbygdini, áðrenn tú flutti til Havnar. Tá tú vart liðug við húsplássini byrjaði tú sum hjálparfólk á Frítíðarheiminum við Skrivaragøtu og var har í nógv ár.

- Í januar 1989 søkti tú inn á Læraraskúlan at lesa námsfrøði og kom inn. Tú fekk fekk prógv á sumri 1992.

- Eftir tað hevur tú trúføst arbeitt hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst sum stovunámsfrøðingur eina stutta tíð í Býlingshúsinum undir Fjalli. Eftir tað hevur tú arbeitt sum leiðari í Býlingshúsinum Millum Gilja og í Dagstovninum við Landavegin.

- Og seinastu árini hevur tú starvast her á Heiminum við Vallalíð. So samanlagt hevur tú frá sumri 1992 til í ár arbeitt í 25 ár hjá Tórshavnar kommunu.

---

- Arbeiðsfelagarnir siga um teg, at tú ert ógvuliga familju- og heimkær. Tú hevur títt heim við Villingardalsvegin, har tú hevur búð síðan fyrst í 90'unum saman við manninum Helga - áðrenn tað búðu tit á Argjum í nøkur ár.

- Tað verður sagt, at heimið hjá ttykkum altíð hevur verið opið fyri familjunum uppá báðar síður. Tað eru sostatt ómetaliga nógv, sum hava sitið væl heima hjá tykkum.

- Mamman, sum býr hjá tær, er nú 92 og eg skilji at tit hava tað fínt saman.

- Eisini hevur tú tikið familjuna hjá svogrinum - beiggja Helga - til tín og ígjøgnum tey ert tú blivin vælsignað við ommubørnum, sum tú elskar at vera saman við og vera um.

- Tínir starvsfelagar siga, at tú ert ein erligur persónur sum avgjørt ikki er bangin fyri at taka tøk.

- Tú ert eisini ein mentað kvinna, hevur áhuga fyri føroyskum dansi og Tøkum Lætt hevur eitt stórt pláss í tínum hjarta. Og so skilji eg, at títt størsta frítíðarítriv er at binda, og at tú bindur eitt plagg fyri og annað eftir.

---

- 25 ár er eitt langt tíðarskeið at virka fyri sama arbeiðsgevara og kundi bent á, at tú hevur trivist í starvinum. Men ikki minst eru slík starvsfólk ein fongur fyri kommununa, tí trúføst starvsfólk sum tú við so mongum og drúgvum royndum hanga ikki á trøunum.

- Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk ein heilt serligan týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Og eftir hesum at døma, so kann Tórshavnar kommuna ikki vera eitt so galið arbeiðspláss, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði Kirsten gávu og blómur frá kommununi.