Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kitty 25 ár sum dagrøktarmamma

Í dag var samkoma í Reiðrinum á Kirkjuvegi í Havn fyri Kitty Hansen í Kollafirði, sum hevur verið dagrøktarmamma í samfull 25 ár. Joan Simonsen, leiðari, beyð vælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri Kitty.

Borgarstjórin nevndi, at tað valdast dagrøktarmammur. Kitty er ein teirra, sum er so vælumtókt. at børnini vitja hana aftur, eftir at tey eru vorðin vaksin. Aldri hevur hon verið sjúk og tað merktist, at hon tók heilar tveir frídagar, tá foreldur hennara doyðu. So tosa um stabila arbeiðskraft!

Børnini minnast serliga afturá fjálgni, kærleika, umsorgan og avbera góðan mat. Tá var ikki vanligt við matpakka og hon gjørdi døgverða til upp til 10 børn. Heðin Mortensen nevndi, hvussu heppin kommunan hevur verið at hava tílík fólk í starvi. Kitty gongur sera høgt uppí sítt arbeiði, er nærløgd, tolin og altíð væl fyrireikað.

Kitty eigur fýra børn sjálv og tveir av synunum spæla við besta liði hjá EB-Streymi, fótbóltur fyllir sera nógv í heiminum, og ongin dystur gleppur burturímillum. Kitty eigur haraftrat fýra smáar ommusynir, sum hon brúkar stóran part av frítíðini til.

Borgarstjórin handaði blómur, heiðursbræv og gávukekk frá kommununi, umframt eina fína Tórshamarbrosju.