Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kiwanis fyllir 100 ár

Kiwanis Tórshavn ynskir øllum eitt Gott Nýggjár og takkar fyri stuðulin í sambandi við jólatræssøluna í desember. Øll 900 bíløgdu jólatrøini vórðu seld. Tann 15. januar 1915 varð altjóða góðgerandi felagsskapurin, Kiwanis, stovnaður, og hevur nú sostatt 100 ár á baki. 

Kiwanis Tórshavn, sum er væl yngri, hevur seinnu árini latið fleiri milliónir krónur til góðgerandi endamál í Føroyum. Í 2013 rindaði Kiwanis Tórshavn stívar 300.000 krónur til slík endamál. 

Tey, sum keypa jólatræ í desember frá felagsskapinum og somuleiðis lutaseðlar undan og á Ólavsøku, stuðla børnum og barnafamiljum eins og øðrum treingjandi, ið hava hjálp fyri neyðini. Í samfull 10 ár lat Kiwanis ókeypis hjálmar til øll skúlabørn í fyrsta flokki í Føroyum. 

Sostatt eigur stórur partur av føroyskum heimum ein Kiwanishjálm. Tað eru trý Kiwanis feløg í Føroyum. Umframt Kiwanis Tórshavn, eru Kiwanis Rósan og Kiwanis Eysturoy. Orðið Kiwanis er úr indianskum máli og merkir "vit byggja".