Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjakfundur um fakfeløg og politikk

KJAK: Umboð fyri seks fakfeløg fara at kjakast um sambandið millum fakfeløg og politikk og um at binda seg til politiskar flokkar. Kjakfundurin verður á Fólkafundinum í Klaksvík næsta vikuskifti

Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum:

Ber tað til at reka fakfelagsvirksemi uttan at vera politiskur. Ella eru politikkur og fakfeløg tvær síður av somu søk. Hvar ganga mørkini millum fakfelagsvirksemi og partapolitikk. Eru nøkur mørk?

Hetta fara umboð fyri seks fakfeløg at kjakast um í KÍ-høllini leygardagin 21. september á Fólkafundinum.

Politikkur og feløg

Herfyri vóru fleiri fakfeløg við í stórum mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn. Tiltakið fekk dygga undirtøku, men samstundis vóru summir limir, sum settu spurnartekn við hvørt tað er rætt av feløgunum at vera við í slíkum tiltøkum, og onkur hevur funnist at feløgunum fyri at reka partapolitiskt virksemi.** Sum framhald av mótmælistiltakinum og fyrilestrum um fólkaræði hevur Starvsmannafelagið nú avgjørt at varpa ljós á spurningin: Fakfeløg og politikkur.

- Sjálvt um tey ikki eru partapolitisk, so eru fakfeløg politisk. Feløgini skulu verja áhugamálini hjá limunum og tí mugu tey sjálvandi hava sína hugsan um týðandi og grundleggjandi samfelagsmál og samfelagsviðurskifti, sum ávirka allar limirnar. Á tann hátt hanga politikkur og fakfelagsvirksemi óloysiliga saman.

- Spurningurin er so hvar mørkini ganga millum fakfelagsvirksemi og partapolitikk. Tað eru tað nógvar ymiskar meiningar um. Hesin spurningur er støðugt aktuellur, og hetta er rætta løtan at seta hann á dagsskránna til kjak.

Kjakið

Fakfelagsformennirnir fara at greiða frá hvussu sambandið er millum politikk og fakfelagsarbeiði í teirra dagliga virksemi í dag.

Haraftruat fara tey at kjakast um hvussu fast sambandið skal vera millum fakfeløg og politiskar flokkar. Taka tey undir við, at feløg binda formlig sambond við flokkar og stuðla teimum í einum valstríði, eins og siðvenja er fyri í summum av grannalondum okkara?

Áhoyrararnir fáa eisini høvi at seta pallborðinum spurningar.

Tveir tímar

Tveir tímar eru settir av til kjakfundin í KÍ-høllini.

Byrjað verður kl. 13, tá Ingolf Olsen, journalistur og fakfelagsmaður hevur stuttan fyrilestur, har hann varpar ljós á sambandið millum politiskar flokkar og fakfeløg í Føroyum og í grannalondunum.

Síðani verður kjakið á skránni.

Tey, sum manna pallborið eru:

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

Maud W. Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum

Leivur Persson, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum

Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum