Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjaksending um vælferð og tað almenna á Rás 2

Mikudagin 26. august kl. 15:00 verður ein kjaksending á Rás 2 um vælferð og tað almenna. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar luttaka, og Dánjal Højgaard er vertur. 

Evnini verða effektivisering og tað almenna, privatisering, útveiting og sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Ivast tú í, hvørjum tú skal atkvøða fyri, ella kundi tú bara hugsað tær at fingið skil á, hvat politisku flokkarnir reint faktiskt meina og ætla at gera við vælferð og tað almenna – so er endiliga at lurta.

Tey luttakandi eru:

Fólkaflokkurin

Sambandsflokkurin

Javnaðarflokkurin

Nýtt Sjálvstýri

Tjóðveldi

Framsókn

Miðflokkurin