Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaga um vantandi svar frá Eysturkommunu upp á umsókn um tjaldingarøki ísv. G-festivalinum 2013

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Eysturkommuna ikki gav klagaranum endaligt svar upp á eina umsókn um tjaldingarøki í samband við G! Festivalin í 2013.
  
 Avgerðin hjá kommununi um at nokta klagaranum loyvi til tjaldingarøki varð klagað til Innlendismálaráðið, sum í juni 2013 heimvísti málið til nýggja viðgerð og støðutakan. Seinni varð Kommunudeildin kunnað um, at kommunan ikki gjørdi eftir boðunum um nýggja viðgerð.
  
 Umboðsmaðurin metti handfaringin hjá Eysturkommunu av hesum máli vera brot á góðan fyrisitingarsið og gav kommununi eina átalu fyri viðgerðina av málinum.
  
 Eisini gav umboðsmaðurin Kommunudeildini eina átalu fyri at hava lokað málið uttan at tryggja sær, at málið var avgreitt. (LUM 14/00039)