Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaksvíkar Róðrarfelag stóran týdning fyri lokalsamfelagið

- Fyri okkum sum bý og lokalsamfelag hava tit ein sera stóran týdning, og tí fegnast vit stórliga um tann framburð og menning, sum tit seinastu tíðina hava arbeitt upp, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, í heiðursrøðu sínari fyri Klaksvíkar Róðrarfelag.

Mánadagin 30. juli 2012 varð skipað fyri móttøku niðanfyri Gamla Kirkjugarð til heiðurs fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, sum í ár hevur klárað seg framúr væl í júst lokna kappróðrarárinum.

Nógv fólk varð komið saman í góðveðrinum til hesa heiðursløtu, sum ógvuliga hóskandi varð hildin beint við standmyndina í miðbýnum, sum hevur navnið”Fípan Fagra”.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt eina heiðursrøðu fyri róðrarfelagnum, áðrenn Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, handaði felagnum ein kekk sum viðurkenning frá Klaksvíkar Býráð.

Eyðun Kjølbro handaði somuleiðis ein kekk vegna Norðoya Sparikassa, og Jórun Høgnesen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, helt røðu og takkaði fyri, og tað sama gjørdi Ebbe F. Petersen, sum er ein av føroyameistaramanningini umborð á Klaksvíkingi.

Vit endurgeva her røðuna, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt fyri Klaksvíkar Róðrarfelag.

Sterkur samleiki í róðrarfelagnum

Góðu tit øll í Klaksvíkar Róðrarfelag! Hetta hevur verið eitt ómetaliga flott ár hjá tykkum. Ja, tað munnu vera fleiri ár síðan, at so nógvir norðoyingar og so nógv viðhaldsfólk hava fylgt við tykkum og hava verið so spent, sum vit hava verið í ár.

Fyri okkum sum bý og lokalsamfelag hava tit ein sera stóran týdning, og tí fegnast vit stórliga um tann framburð og menning, sum tit seinastu tíðina hava arbeitt upp.

Meðan nógv onnur kappróðrarfeløg hava ilt við at halda lív í sínum virksemi og at manna sínar bátar, hava tit aftur í ár víst evni, vilja og samanhald til at manna fleiri bátar og ikki bara tað – allar manningarnar hava gjørt um seg.

Klaksvíkingur, Páll Fangi kvinnur, Fípan Fagra gentur, Fípan Fagra barnaróður dreingir, Páll Fangi menn tvær stevnur og so Nevið Reyða á ólavsøku. Tilsamans yvir 40 aktivir røðarar í ár.

Vit vita øll, at slíkt kemur ikki av sær sjálvum – nei, her liggur eitt ótrúliga stórt og krevjandi arbeiði, fyrireiking og samskipan aftanfyri.

Tí er avrikið hjá tykkum í Klaksvíkar Róðrarfelag so framúr flott og so gevandi og styrkjandi fyri okkum sum kommunu – at vit í tykkum eiga eitt so sterkt og sunt felag mitt í býnum – tað ger veruliga mun – stóra takk fyri!

Tvey flott flaggskip

Í ár hevur ein kvinnumanning og ein við monnum verið okkara flaggskip – eg hugsi sjálvandi um tykkum, kvinnurnar við Páll Fanga, sum í ár hava verið so suverenar í FM-kappróðnum hjá 6-mannaførum kvinnur. Við undantak av hesum seinasta róðrinum, har tað ivaleyst var tann miseydnaði starturin, sum kostaði tykkum nógv, og tað at kvinnurnar á Herningi nokk hava verið serliga uppsettar at vinna á Ólavsøku, so hava tit vunnið hvønn einasta róður. Tað er fantastiska flott. Hjartaliga til lukku við FM-heitinum og flottu avrikunum.

Hitt stóra flaggskipið hjá okkum er sjálvandi Klaksvíkingur, sum – eins og Páll Fanga kvinnurnar – hevur vunnið allar FM-róðrarnar í ár uttan tann eina. Tá ið tað miseydnaðist hjá Klaksvíkingi at vinna á Jóansøku í Vági, helt Páll Fangi tørn og vann sín róður, og hesaferð – tá ið Páll Fangi snávaði á ólavsøku – so var tað fantastiskt at síggja Klaksvíking í so suverenum stíli koma fyrstur á mál.

Um tykkara róður nú á ólavsøku skrivar ein soleiðis: ”Eg visti við vissu, at eingin bátur skalaði Klaksvíking seinnapartin, tí serliga mótvindurin fór at koma Klaksvíkingi til góðar. Manningin rør hesi langu og kraftmiklu tøkini, sum rigga væl í mótvindi. Báturin hevur manningina við royndunum, teir eru krútsterkir og rógva ótrúliga væl. Uppvísningsróður frá Klaksvíkingi á ólavsøku 2012.”

Hjartaliga tillukku!

Ungar manningar eisini góð úrslit í ár

Men tað var ikki bara Klaksvíkingur, sum vann ólavsøkuróðurin í ár, tí tað sama gjørdu ungu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum harvið eisini gjørdust nummar 2 samanlagt og vunnu silvur í FM-kappingini 2012. Hjartaliga tillukku, dreingir – hetta lovar sera gott fyri framtíðina.

Genturnar við Fípuni Føgru hava eisini verið frammarlaga í kappróðrinum í ár, og vit hava sæð eina framgongd hjá tykkum, sum gjørdi, at tit á ólavsøku vóru sera væl við og vóru stutt frá heiðursmerkjaplássi – hetta lovar sanniliga eisini gott fyri framtíðina. Drívið á, gentur!

Vaksnir røðarar styrkja trivnaðin

Til seinast er tað vert at nevna tykkum, sum seinastu róðrarnar hava mannað fyrst Páll Fanga í tveir FM-róðrar og síðan Nevið Reyða nú á Ólavsøku, har tit rukku einum flottum øðrumplássi.

Tað skal ikki undirmetast, at vaksnir røðarar koma við og manna bátar, tí hetta ríkar felagið á so nógvan hátt og styrkir tað. Eisini verður tað so nógv stuttligari at vera rógvari, táið nógv fólk í ymiskum aldri og við royndum eru við – hetta er sera gott fyri trivnaðin og víðari arbeiði í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Býráðið takkar og er positivt sinnað

Tykkum í nevndini, stuðlar, røðarar og viðhaldsfólk vil eg við hesum vegna býráðið bera eina hjartans tøkk fyri farna kappróðrarár og fyri tað stóra arbeiði, tit gera fyri Klaksvíkar Róðrarfelag og harvið fyri allan býin og fyri kommununa og lokaløkið alt.

Býráðið er positivt sinnað fyri at arbeiða víðari saman við tykkum at menna og betra umstøðurnar, so hetta týðandi arbeiði og virksemi kann halda fram – tí tað er so týðandi og ríkandi fyri tað unga ættarliðið, sum veksur upp, at vera virkin, at læra samanhald, disciplin og at læra at venja hart og stremba ímóti sigrinum.

Sum ofta sag, tað at vinna, er nógv meiri enn at gerast nr. 1! Tit hava rørt við nógvar góðar kenslur hjá okkum øllum í Klaksvíkar Kommunu.

Alt hetta geva tit okkara ungdómi og manndómi – hjartaliga takk og blíðan byr ynski eg tykkum.

Fleiri myndir:

http://www.klaksvik.fo/Index.asp?pID={61ADDE8C-981C-4FBD-8128-6529D331A821}&cID={D98CC8B3-258B-4A1D-99CF-F1888723478B}&ClearAreas=1