Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klintrararnir eru nú á veg upp á Trøllkonufingur

Klokkan 3 í nátt fóru Pætur, John, Jóhannus og Bergur í holt við at klintra upp á toppin á 313m høga Trøllkonufingri. Í samstarvi við Vodafone, sum hevur stuðla teimum við allari klintriútgerðini, leggja teir myndir og filmsbrot út á alnetið beinleiðis, meðan teir klintra.

Klintrararnir eru nú komnir 130 metrar upp, og veðrið sær gott út.

Fylg við klintrarunum, meðan teir hanga í leysari luft nakrar 100 metrar yvir vatnskorpuni, við at fylgja ‘vodafoneforoyar’ á Snapchat og Instagram. Um tú ikki brúkar hesar miðlar, kanst tú eisini síggja myndir og filmsbrot á http://vf.fo/trollkonufingur.

Leinkjan niðanfyri vísir filmsbrot, har teir sita og eta morgunmat á Torvuendanum.

Sita nú og eta matpakka á Torvuendanum: https://instagram.com/p/4yTDYFBgkW/