Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd frá Hundsarabotni.

Knústir dreymar í Hundsarabotni

Fólk, sum hesa vikuna ætlaðu sær at stoypa garð, ella gera tún, ella okkurt annað hissini, fingu sum vátan vøttin, tá tey skuldu býleggja grús skerv ella sand, í Hundsarabotni. Har var páskaferia, fingu tey upplýst.

Grót, skerv og sand, bjóðar Landsverk annars á heimasíðuni:

Landsverk hevur fleiri grótbrot, har grót og skervur verður framleitt. Somuleiðis innflytir stovnurin eina røð av skervsløgum og sandi. Grótbrot liggja í Hundsarabotni, á Hústoft, oman fyri Porkeri og á Sandi. Størsta brotið er tað í Hundsarabotni.

Meðan flest onnur eru til arbeiðis, og mugu hava tol at bíða eftir páska-halguni, hava tey fixað paskaferiuna, meðan onnur eru til arbeiðis.

Tey fáa hvørki grót, skerv ella sand.