Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KOLL188RETUR

Sum eina roynd, fara vit í Klubb 188 í tøttum samstarvið við Barna og Ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu og við Kollafjarðar skúla, at bjóða minibusssamband til ungdómin í Kollafjørði púra ókeypis báðar millum skúlan í Kollafjørði og til ungdómshúsið Klubb 188 í Hoyvík.

Vit byrja longu nú týsdagin, har minibussur frá Bil, hevur fráferð uttanfyri skúlan í Kollafirði týskvøldið kl. 17.45 (um ynski er so verður steðga við vegin til Signabø/Oyrareingir) og koyrir til ungdómshúsið Klubb 188 og heimferðin er til Kollafjørð er týskvøldið kl. 22.00. Starvsfólk frá Klubb 188, verður tilstaðar uttan fyri skúlan í Kollafirði týskvøldið og fylgir ungdóminum til Hoyvíkar. Aldursbólkurin er frá 7. flokki til 18 ár.

Sigast skal at ungdómurin í Kollafirði, hevur enn ikki nakað ungdómshús. Men Tórshavanr kommuna er nú í ferð við, at innrættað loftið í ítrottarhøllini í Kollafirði til ungdóm, KÌF og bygdarfólkið. Men hetta tekur nakað av tíð og tí verður nú roynt, at bjóða ungdóminum har norðuri, betri sømdir inntil tey fáa teirra egna ungdómshús. Sigast skal at hetta er eitt royndarprojekt, um nógv undirtøka er verður hildið áfram.

Tilmeldingin fer fram á tlf. 214789. Sí annars meira kunning á heimasíðuni www.klubb188.com

Levi Mørk, leiðari fyri Klubb 188

Sí video her.

http://vimeo.com/23193184