Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kollfirðingar á býráðskafé

Jógvan Arge, býráðslimur, valevni á Lista E:

Mikukvøldið vórðu kollfirðingar bodnir til býráðskafé hjá Lista E. Teir møttu í stórum tali í skúlanum, har valevni listans í Kollafirði, Jákup Dam, sannførandi greiddi frá síni stevnu við upstillingini til Tórshavnar býráð. Hann gjørdi greitt, at hann vildi umboða kollfirðingar væl og virðiliga í býráðnum, men hann fór eisini at arbeiða við málum, sum viðvíkja øðrum pørtum av kommununi.

Mong av valevnunum á Lista E vóru eisini á fundinum. Býráðslimirnir Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal høvdu hvør sína frágreiðing. Jógvan um skúlamál og havnarmál og Marina Katrina um teknisk mál.

Eitt hitt fremsta mál Jákups Dam er at fá útstykking av grundstykkjum í lag í Kollafirði. Har er ongin útstykking framd síðani 1990, sum er langt fyri samanleggingina. Tað hevur havt við sær, at ungfólk fáa ikki búsett seg í Kollafirði. Tey seta seg heldur í grannabygdunum. Hetta hevur aftur við sær, at barnatalið minkar í Kollafirði, og tað merkir stagnasjón.

Jákup Dam vil hava eina betri Bussleið, sum koyrir heldur oftari enn í dag og helst eisini innanbygda. Vetrarfriðing er eitt annað mál í Kollafirði. Fundurin helt tað vera púra nattúrligt at fáa slíka friðing í lag. Hon kostar ikki sørt, men verður hon framd eftir nøkrum árum, so tyngir hon ikki kommunukassan so nógv í einum.

Barnaansingin er eisini eitt heitt mál í Kollafirði. Tey vilja hava ein nýggjan stovn við Botnánni í staðin fyri teir stovnarnar, sum eru, tí teir eru ikki tíðarhóskandi.

Ungdómsmálini vóru á lofti. Har varð nevnt, at tað liggur í kortunum hjá býráðnum at skipa fyri ungdómstilboð í Kollafirði á sama hátt sum í Hoyvík og Nólsoy. Fýlst varð á, at tað hevur tikið nógva tíð at fáa gjørt loftið í ítróttarhøllini. Pengarnir eru játtaðir, og útlit eru nú til, at innrættingin byrjar í næstum.

Eitt av málunum hjá Jákupi Dam verður ferðslutrygdin á bygdartvegnum í Kollafirði. Hann er ikki nóg tryggur sum er. Bátahyljarnir trongja báðir til eina hjálpandi hond. Kommunan er komin væl áleiðis at gera kloakkirnar í Kollafirði, men er enn ikki komin á mál við víðkan av vatnverkinum.

Eins og kollfirðingar yvirhøvur fegnaðist Jákup Dam um virksemið á Langasandi. Tað er ein sólskinssøga, segði hann. Tað hevur verið hugaligt at síggja skipini sigla inn og út eftir fjørðinum frá fiskiskapi og til fiskiskap. Kollafjørð Pelagic hevur fingið loyvi til at byggja eina frystigoymslu á bryggjuni. Tá hon kemur, fer Samskip yvir á bryggjuna á Oyrareingjum, sum er gjørd til bingjuhavn.

Á Pelagic starvast stundum 100 fólk og fleiri. Á Bakkafrosti eru 50 fólk og á Samskipum 16 fólk, so nóg mikið er at takast við.

Sumt hevur ligið á láni, sum átti at verið framt í Kollafirði, eitt nú fríðkan av bygdini. Summi av málunum, sum drigin verða fram, kosta ikki stórvegis pengar, helt Jákup Dam fyri, og á hin bógvin eigur Kollafjørður sjálvandi sín lut í íløgunum.

Orðaskiftið á fundinum var lívligt. Svenning helt, at tað var ein genialur máti,ið Tórshavnar kommuna hevði takklað gjaldingina av Boðanesheiminum uppá. “Vit skylda ikki oytt oyra upp á tað, nú tað er liðugt. Betri kundi tað ikki gerast.”

Mánakvøldið klokkan 19 verður aftur politiskur fundur í Kollafirði. Tá hittast allir flokkar í Arbeiðsmannafelagshúsinum.

---