Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv maraton renning leygardagin 3 september. Umframt vanliga hálv maraton renning, verður somuleiðis skipa fyri Gangi½maraton, hetta er gjørt í samstarv við Krabbameinsfelagið.
Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv maraton renning leygardagin 3. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.

Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og varð tíggjunda árið fagnað við at renna eftir Føroya flottastu hálv maraton rutu. Runnið varð gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað varð við skúlan í Gásadali og komið varð á mál við kirkjuna í Sandavági.

Rennararnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi, har startnummur verða útflýggjað. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5 km er ein vatnpostur.

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum, sum fara at heppa á rennararnar, tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.

Umframt vanliga hálv maraton renning, verður somuleiðis skipa fyri Gangi½maraton, hetta er gjørt í samstarv við Krabbameinsfelagið. Fyri hvønn luttakara til Gangi½maraton fara 100 kr óskerdar til Krabbameinsfelagið.

Í ár verður eisini skipað fyri heilsurenning saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum, har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna frá Flogvøllinum til FK í Miðvági. Møtt verður á flogvøllinum, har startnummar verður útflýggjað.

Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF www.renn.fo. Tað er møguligt at tekna seg til renningina fram til hósdagin 1. september á midnátt, tá lukkað verður fyri tilmelding. Luttakarar til heilsurenning kunnu somuleiðis tekna seg á renn.fo og eisini við at tekna seg á staðnum.

Kostnaðurin fyri hálv maraton renn/gang verður 275 kr. fram til fríggjadagin 5. august. Tey sum gjalda áðrenn 5. august, fáa ein renni endurskins vest. Tað skal viðmerkjast stødd á vesti, tá goldið verður. Eftir hetta verður luttøkugjaldið 300 kr.

Kostnaðurin fyri heilsu renning er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.