Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom og gang hálvmaraton við Krabbameinsfelagnum 13. juni 2015

Tað er mangan drúgvur dystur at stríðast við krabba. Við at ganga hálvt maraton vilja vit í Krabbameinsfelagnum gera vart við tað stríðið. Hetta er eitt høvi, har vit við takksemi kunnu gleðast um lívið, kunnu stuðla teimum, sum stríðast, og kunnu takka fyri stuðul og umsorgan. 

Kom og gang hálvmaraton við Krabbameinsfelagnum 13. juni 2015! Tað er mangan drúgvur dystur at stríðast við krabba. Við at ganga hálvt maraton vilja vit í Krabbameinsfelagnum gera vart við tað stríðið. Hetta er eitt høvi, har vit við takksemi kunnu gleðast um lívið, kunnu stuðla teimum, sum stríðast, og kunnu takka fyri stuðul og umsorgan. 

Vit í Krabbameinsfelagnum eru ógvuliga takksom, at vit kunnu vera partur av Tórshavn Maraton, sum verður leygardagin 13. juni 2015. At vit kunnu koma til skorin klæði og eisini sleppa at seta okkara dám á. Øll kunnu tekna seg at ganga. 

Einasta treyt er, at tú roknar við at klára at ganga teinin undir seks tímar. Øll, sum koma á mál, fáa heiðursmerki. 

Tilmeldað verður á torshavnmarathon.com og seinasta freist er hósdagin 11. juni kl. 13. Kostnaðurin er 300 kr. av teimum fara 50 kr. til Krabbameinsfelagið. Tað er eisini møguligt at stuðla við aðrari upphædd. Hetta er fyrstu ferð, vit í Krabbameinsfelagnum eru við. 

Ætlandi verður tað fastur táttur og hvør veit, hvat tað kann menna seg til? Vit gleða okkum og vóna, at tað verður tikið væl undir við tí.