Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum

Mánakvøldið 26. november verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Við til løtuna verður Poula Patursson, kliniskur dietistur og PHD lesandi. Poula sigur okkum góð ráð um mat í samband við at hava lipødem og lymfødem.
 
Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum       

Hevur tú lipødem ella lymfødem? Mánakvøldið 26. november verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Við til løtuna verður Poula Patursson, kliniskur dietistur og PHD lesandi. Poula sigur okkum góð ráð um mat í samband við at hava lipødem og lymfødem. Umframt hetta greiðir Eyðbjørg frá Norðurlendsku Ráðstevnuni, har nevndin luttók, ið varð hildin í Gøteborg í september. Eisini fáa vit okkurt til matna og ein góðan drekkamunn.

Hugnaløtan verður mánakvøldið 26. november kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan fríggjadagin 23. november kl. 15.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.