Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KOM TIL POLITISKA SUBSTANSIN, SJÚRÐUR

Opið bræv til ein sintan fólkatingsmann og fyrrverandi spinndoktara, sum velur ljót persónsálop fram um politiskan substans.

Góði Sjúrður.

Satt at siga, hevði eg glett meg til eina politiska diskussión okkara millum. Men tú vrakar politiska substansin til fyrimuns fyri eitt ljótt persónsálop.

Hvussu ofta eg enn lesið bræv titt, síggi eg ikki ferðilin av nøkrum politiskum boðskapi. Bert persónligt briksl og desperatar skuldsetingar um, at míni politisku sjónarmið ikki eru míni egnu.

Tín politikkur er kritisabul

Tað er kritisabult, at tú hevur brotið eitt klokkuklárt politiskt og enntá skrivligt lyfti um at stuðla meirilutanum í Løgtinginum. Hesin meiriluti hevur skipað landsstýri og ynskir Ríkisveitingina prístalsviðgjørda eftir einum ávísum leisti. Sum eg síggi tað, mótarbeiðir tú málinum. Um tú fært tín vilja í Fólkatinginum, so fær tað negativar avleiðingar fyri inntøkurnar hjá Føroyum í 2012. Pengar fara at mangla, og tað sæst longu nú á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár.

Títt dupultspæl, sum eg framvegis nevni tað, er eisini kritisabult. Tað er óseriøst at siga, at man í fólkatingssalinum vil stuðla uppskotinum um prístalsviðgerð eftir nevnda leisti, tá ið man samstundis – bæði í og uttan fyri fólkatingssalin – slær prístalsviðgerðina upp í glens.

Eg havi eisini sagt meg hava varðhugan av, at tú hevur rátt donsku stjórnini til at ganga ímóti vilja landsstýrisins um prístalsviðgerð eftir lagda leistinum. Tann varðhugan havi eg framvegis, og títt persónliga álop broytir ikki mín varðhuga. Tvørturímóti.

Soleiðis leggur tú politiskt eitur út fyri politikkin hjá meirilutanum í Løgtinginum, sum tú annars hevur lovað at stuðlað. Tí verður helst meira enn trupult at fáa eitt brúkiligt úrslit burtur úr samrøðunum, ið Landsstýrið og stjórnin skulu hava um prístalsviðgerðina av Ríkisveitingini um nakrar fáar dagar.

Hatta var tann politiski parturin av málinum, Sjúrður.

Vónandi dugur tú at síggja, at talan er um politikk og ikki eitt álop á tín person.

Fyrsti spunasmiður í Føroyum?

Tína ljótu og persónligu krossferð í fjølmiðlunum fari eg ikki djúpri inn í. Geri bert nakrar fáar viðmerkingar.

Tað tykist, sum tú ert nógv upptikin av spunasmiðum. Onkursvegna er tað skiljandi, eftirsum tú sjálvur hevur eina drúgva fortíð sum spunasmiður. Á alnótini síggi eg, at tú verður nevndur sum fyrsti spunasmiður í Føroyum. Tillukku við tí.

Haldi meg minnast, at tú vart spunasmiður ella politiskur embætismaður bæði hjá Anfinni Kallsberg og Høgna Hoydal í teirri ørvitiskendu fullveldistíðini, tá ið tit eftir einari nátt skóru Ríkisveitingina og strikaðu prístalsviðgerðina.

Sum spinndoktari vart tú eisini millum embætisfólkini, ið blivu misbrúkt til at ferðast kring landið við einum loysingarskjali, ið nevndist Hvítabók. Sjálvur var eg til staðar, tá ið tú í skúlanum á Oyrarbakka boðaði politiska boðskapin.

Hvør minnist ikki ein østan spinndoktara, sum undir fullveldissamráðingunum á Christiansborg á sinni útlegði politiska loysingarboðskapin hjá Anfinni Kallsberg, Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø og Jenisi av Rana?

Og hvør mundi tað vera, sum luskandi royndi at taka upp á band ein fund við ein danskan ráðharra?

Mestur var tað Spinndoktarin Sjúrður.

Hetta er ikki meint sum persónligt briksl men ein lýsing av fakta. Hesi fakta kunnu haldast upp ímóti tínum atfinningum at øðrum. Um tú hevur ítøkiligar rættleiðingar, hoyri eg frá tær.

Um mina politisku skriving

Eg havi altíð lagt áherðslu á, at mín politiska skriving lýsir mínar egnu persónligu politisku meiningar og áskoðanir. Tað sama er galdandi fyri míni munnligu innlegg á Løgtingi, í Fólkatinginum og í fjølmiðlunum.

Mær nýtist onga hjálp til at finna út av, hvar er standi politiskt. T.d. havi eg ikki skift millum fulveldisflokk og ein sonevndan samríkisflokk, ella umvent.

Sum stórt sæð allir framstandandi politikarar havi eg ein ávísan tørv á at fáa mín egna personliga politiska boðskap so rætt og týðiliga fram sum gjørligt. Tað ber í sær, at tað av og á verður útvegað hjálp frá fakfólkum.

Um skrivingina hjá tær

Tín umrøða av okkara samarbeiði á Fólkatingi ber brá av, at tú stórliga hevur brúk fyri hjálp frá fakfólki innan samskifti. Ein og hvør av tí slagnum hevði rátt tær til at fingið eitt sindur av politiskum boðskapi fram, og ikki bert persónligt briksl og uttanumtos.

Tú ert so sera harmur um, at hjálp til politiska arbeiðið kostar pening. Mær vitandi hevur tú trý folk í starvi á Christiansborg, sum fáa pening aftur fyri at hjálpa tær í politiska arbeiðinum. Sjálvsagt skulu tey hava pening, alt annað vildi verið burturvið.

Og sjálvandi skulu fakfólk hava honorar fyri sítt arbeiði.

Tú arbeiddi sjálvsagt ikki fyri onki, tá tú vart spunasmiður/embætismaður fyri Høgna Hoydal og Annfinn Kallsberg.

Vanvirðing av Føroyanevndini

Loksins er tað tín pástandur um, at eg skal hava forbrotið meg móti tingskipanini í Fólkatinginum. Her eru vit báðir ósamdir.

Tað stutta av tí langa er, at ein og hvør fólkatingsnevnd skal virðast, og øll eiga at halda seg frá at veita fólkatingsnevndum ivasamar upplýsingar.

Kom til substansin

At enda fari eg at mæla tær til at sleppa tær av við handa skortin av óskyldigheit, ið tú fjalir teg aftanfyri. Hann er skaðiligur bæði fyri teg og Javnaðarflokkin.

Kom niður aftur á jørðina, Sjúrður. Politiskt arbeiði aftan fyri leiktjaldið kemur fram, eisini um tú arbeiðir ímóti áhugamálum føroyinga.

Minst til, tú ert ikki spinndoktari longur, tú ert politikari. 

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin