Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Koma tey eisini snikkaleys frá hesum?

Tá ið man hevur gjørt eitt system, er tað ikki longur lóg og rættur, sum er galdandi. Eitt samt Føroya Løgting samtykti einaferð at krevja eina dómarakanning av bankamálinum, danir søgdu:”Tað leggja vit ikki petti í.” Og har kom heldur eingin dómarakanning.

Trupulleikin ídag er at eingin upprudding kom aftaná áttatiárini, og størstu ábyrgdararnir ganga enn leysir. Summir eru deyðir av elli, meðan aðrir framvegis spæla kong-gularót.

Strategiin hjá dønum hevur altíð verið kontrol. Ídag eru sambandsmenn so óregerligir, at danir hava uppgivið at stýra teimum. Hinvegin gongur avbera væl hjá teimum at stýra alt sum melur og gelur kring tjóðveldið. Teir hava sett síni egnu fólk rundanum Høgna Hoydal. Vit sóu eisini hvussu fúta-umboði, fór spolandi aftaná honum, tá ið Føroya Løgting var sett. Tað boðar ikki frá góðum.

Dimman kemur útaftur, sum ein uppblást gummidukka, inflatable, og spurningurin er um hasi fólkini hava nóg nógva ilt í bjølginum, til at halda henni gangandi. So skulu hinir einglarnir í Svf gera samrøðu við einglarnar á Dimmu og handan sakføraran, sum brúkar pening uppá slíkt.

Aftanfyri situr so Mr. Control og peikar út hesar “seriøsu” journalistar, sum gera nakað fyri sakina. Viðhvørt fara allir upp at gartera ísenn, og tá er teirra virksemi, sum Høgni plagar at taka til: ”Bert ein misskiljing.”

-credo