Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Komandi ferðaleiðarar fingið innlit í vinnulig viðurskifti

Mikudagin í farnu viku vóru 23 fólk, sum taka ferðaleiðaraskeið í Vinnuhúsinum har tey fingið høvi at seta seg inn í vinnulig viðurskifti.
 
Seinastu tíðina hevur ferðaleiðaraskeið verið fyriskipað á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. 23 fólk sum ynskja at bjóða ferðafólkum vælkomnan til Føroya.
 
Mikudagin í farnu viku vóru komandi ferðaleiðararnar í Vinnuhúsinum og fingu kunning um ymisk vinnuviðurskifti. M.a. var kunnað um hvørjar uppgávurnar hjá Arbeiðsgevarafeløgunum og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum hava. Harumframt um, hvussu okkara arbeiðsmarknaður er skipaður, í hvørjum vinnugreinum fólk í Føroyum arbeiða, hvussu arbeiðsvirkin vit eru. Somuleiðis um tær ymisku vinnugreinarnar, hvussu tær arbeiða á hvørjum marknaðum o.l.