Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan á virkisvitjan

Borgarstjórin vitjaði sjey ymisk virki í økinum úti við Velbastaðvegin, Føroya Bjór, Landshandilin, Wenzel, Bilrøkt, Safari Transport, Kjøtbúðina og Jógvan Weihe.

Fyrsta vitjanin var hjá Føroya Bjór, sum er føroysk familjufyritøka burturav. Í Havn starvast 6 fólk og haraftrat eru fleiri leysliga knýtt at fyritøkuni. Tey lata væl at søluni – ikki minst í jólamánaðinum. Leiðari á deildini í Havn er Sophus Dal Christiansen, sum á myndini sæst saman við starvsfólkum og borgarstjóranum.

Landshandilin hevur høvuðssæti í Akranesgøtu. Felagið hevur 12 fólk í starvi og selur vørur til føroyska marknaðin og laks til útlendska marknaðin. Umframt skrivstovuna við Velbastaðvegin hevur landshandilin eitt fólk sitandi í Tallin, ið tekur sær av Russiska marknaðinum. Hesin marknaður hevur kastað nógv av sær í heyst í sambandi við handilsstongsulin, sum ES setti í gildi. Stórar nøgdir eru fluttar til Russlands fyri góðan prís. Ein kinesari, búsitandi í Føroyum, situr eisini á skrivstovuni og tekur sær av Kinesiska marknaðinum. Annars flytur fyritøkan eisini stórar nøgdir av laksi til Kalifornia. Á myndini síggjast systkinini, Finn Rasmussen, Niclas Rasmussen og Malan Rasmussen. Finn og Niclas eru stjórar og Malan er ovasta skrivstovufólk hjá landshandlinum.

Wenzel selir bilar av slagnum Ford og Volvo. Virksemið er økt í seinastuni. Í 2014 setti stjórin, Jógvan Højgaard, fimm nýggj starvsfólk. Í alt eru 20 starvsfólk í fyritøkuni – tað nýggjasta byrjaði í dag. Stjórin letur væl at , tí farna árið hevur Wenzel selt 300 nýggjar bilar. Á myndini sæst borgarstjórin saman við stjóranum.

Jákup á Borg er stjóri í fyritøkuni Bilrøkt. Hann byrjaði fyritøkuna í 2005, og kann sostatt hátíðarhalda 10 ára stovningardagin í ár. Í dag starvast 16 fólk hjá Bilrøkt. Umframt at selja brúktar bilar veitir fyritøkan tænastur innan eitt nú reingerð, flutningshjálp og umvælingar. Bilrøkt veitir eisini tænastur til aðrar bilasølur, og riggar hetta samstarvið væl. Á myndini sæst Jákup á Borg saman við borgarstjóranum.

Tað gongur væl hjá Safari Transport í Stiðjagøtu. Felagið fæst serliga við at flyta vørur úr útheiminum til Føroya. Talan er bæði um sjóflutning og flogflutning. Stjóri í fyritøkuni er Jan Slættalíð, sum á myndini sæst saman við borgarstjóranum uttan fyri høvuðsinngongdina hjá Safari Transport úti við Velbastaðvegin. 

Fólk kenna kanska einamest P/f Kjøtbúðina fyri framúr góðu rullupylsurnar. Uppskriftin er enn loynilig og er upprunaliga gjørd undir krígnum. Seinni eru gjørdar nakrar tillagingar. P/f Kjøtbúðin ger eisini annan viðskera og døgurðamat, og vørurnar hjá Kjøtbúðini hava í mong ár verið at fingið kring landið. Felagið, sum P/f Poul Michelsen, keypti í fjør, hevur verið við Landavegin síðani februar 2005. Átta eru í starvi í P/f Kjøtbúðini. 

Á myndini sæst nýggi stjórin í fyritøkuni, Petur Petersen, saman við starvsfólkum og borgarstjóranum. Fyritøkan selur serliga nógv um jólini, á páskum og fyri ólavsøku. Og so merkja tey eisini væl, at útisetarnir keypa rullupylsuna við sær í útlond. 

Hjá Jógvan Weihe starvast 5 fólk. Haraftrat eru onnur starvsfólk knýtt aftrat fyritøkuni. Fyritøkan byrjaði í 1991, tá pápi Ólav og Gunnar Oluf setti á stovn P/f Jógvan Weihe. Fyritøkan hevur verið við Velbastaðvegin í 10 ár og hevur eitt stórt úrval av vørum innan eitt nú arbeiðsklæðir og fiskireiðskap. Jógvan Weihe framleiðir eisini væl dámdu svørtu fjallastivlarnar. Stjóri í Fyritøkuni er Ólavur Weihe, og Gunnar Oluf er nevndarformaður. Teir síggjast á myndini saman við Heðini Mortensen.