Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan í tølum 2013

Um dagarnar kemur faldari frá Tórshavnar kommunu í hvørt hús. Talan er um faldaran „Kommunan í tølum 2013“. Í faldaranum eru neyvir upplýsingar um bygnaðin í kommununi, um seinasta valið, atkvøðubýtið, politisku skipanina og nevndir og nevndarlimir.

Eisini eru hagfrøðiligir upplýsingar um øki kommununar, vídd, vegalongdir, fríøki, atløgupláss o.s.fr. Í faldaranum er fólkatalsyvirlit í ávíkavist kommununi og landinum líka frá 1801 fram til dagin í dag, fólkatal eftir aldri og kyni, umframt hagtøl um fólkatal og valrætt í ymsu økjunum í kommununi.

Hagtøl eru eisini um málsviðgerðir, um samferðslu, skatt, skattaprosent, umframt fíggjarætlanina fyri 2013 og yvirlit yvir veitingar í 2012.

Harnæst eru rættiliga neyvir upplýsingar um kommunalar stovnar, eitt nú Endurnýtsluna, Barnaansingina, ellis- og røktarheim, barnatannrøkt, bókútlán, skúlar og týdningarmikil telefonnummur.

Faldarin „Kommunan í tølum 2013“ er sera góður at hava við hondina og verður borin í hvørt hús nú um dagarnar.