Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan ikki fingið fundaboð

- Skúlablaðið og Kringvarp Føroyar hava eftir øllum at døma frægd av at skapa rok um samanleggingina av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum. Høvið er ein miseydnaður fundur, har Tórshavnar kommuna skal heingjast út við ákærum um at halda lærarar fyri tað turra spott – við dulnevndum lærara sum keldu, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.

- Sagt verður, at Mentamálaráðið hevur kallað inn til henda fundin. Hetta passar ikki sambært tí, sum Mentamálaráðið hevur upplýst kommununi í morgun. Tað eru hinvegin skúlaleiðslurnar, sum skipaðu fundin, og ætlanin var, at partur av skránni skuldi snúgva seg um arbeiðið við nýggja Vesturskúlanum, har fleiri bólkar við lærarum skulu setast at ráðgeva bygginevndini um fakhøli v.m.

- Ein fyrispurningur frá einum av varaskúlaleiðarunum er sendur kommununi um at taka lut á einum fundi, har lærararnir vóru við. Men eingi fundaboð koma til kommununa, hvørki um tíð ella stað.

- Kommunan kann ikki lastast fyri ikki at møta á fundi, hon ikki hevur fingið boð um.

- Um nakar hevur hildið lærarar fyri tað turra spott, so er tað málgagnið hjá Føroya Lærarafelag, sum við dulnevndari keldu ynskir at seta Tórshavnar kommunu í ringt ljós. Hví so er, er ilt at vita.

- Tórshavnar kommuna hevur nevniliga sett í gongd størstu skúlabygging í landinum, so at næmingar og lærarar í Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum fáa nútíðar høliskarmar.

- Tað mátti verið góð søga, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.