Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KOMMUNAN KUNNAR TILFLYTARAR Í KVØLD

- Vit taka ímóti tilflytarum við opnum ørmum, tí vit vita, hvussu umráðandi tað er at vaksa um fólkatalið. Tí bjóða vit nú øllum tilflytarum til eitt kunnandi kvøld við einum løttum bita og undirhaldi. Fólk fáa høvi at hitta hvønn annan og hoyra søguna hvør hjá øðrum. Og kommunan hevur somuleiðis ymiskt upp á hjartað, sum vit ynskja at greiða fólki frá

Soleiðis sigur Heðin Mortensen, nú kommunan á fyrsta sinni skipar fyri kunningarkvøldi fyri tilflytarar.

Síðan í fjørheyst hava allir tilflytarar fingið ein vælkomupakka, tá teir hava lagt leiðina fram við Snarskivuna at skráseta seg í kommununi. Fólk hava tikið væl ímóti átakinum.

Tórshavnar kommuna ynskir at gera tað ómakaleyst at finna seg til rættis í kommununi. Tí hevur seinastu tíðina verið arbeitt við at gera tað enn lættari at flyta í kommununa. Tað er vorði smidligari hjá foreldrum at fáa børnini á dagstovn, og nú er eisini lættari at verða skrivaður upp til grundstykki.

Tað er einki at taka seg aftur í, at tað í nógvum førum er eitt stórt stig at flyta – serliga tá talan er um fólk, sum hava verið í útlegd í nógv ár ella kanska ongantíð hava búð í Føroyum. Við einum serstøkum kvøldi ætlað tilflytarum ynskir kommunan at bjóða øllum vælkomnum og annars at geva viðkomandi kunning.

Á kunningarkvøldinum fer Heðin Mortensen at bjóða vælkomin. Greitt verður síðan frá um Hugskotið, nýggja íverksetarahúsið í kommununi. Eisini fer Býarbókasavnið at vísa á hentar tænastur til allar borgarar.

Livandi tónleikur verður á skránni, og borðreitt verður við einum løttum bita.

Kunningarkvøldið verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 kl. 19.30 í kvøld, 11. september. Hetta er eitt gott høvi hjá øllum tilflytarum at kunna seg um kommununa og annars práta við onnur, sum nýliga eru flutt higar.

Øll, sum eru flutt í kommununa seinastu mánaðirnar, eru vælkomin til tiltakið.

Meira kunning á Facebook: bit.ly/fluttheim