Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stóra økingin í løntakaratalinum innan høvuðsvinnubólkin “almenn fyrisiting og aðrar tænastur” er serliga á eldraøkinum, sum kommunurnar yvirtóku í 2015.

Mynd av Boðanesheiminum: Ingolf Olsen

Kommunurnar eiga vøksturin

LØNTAKARAR: Bara seinasta ár vóru útvið 200 fleiri løntakarar innan almenna fyrisiting og tænastur. Nógv tann størsti vøksturin er á tænastuøkinum í kommununum.
 
Ingolf S. Olsen – PRESS
 
Talið av løntakarum innan “Almenna fyrisiting o.a tænastur” - ein av høvuðsvinnubólkunum, sum Hagstova Føroya býtir arbeiðsmarknaðin sundur í – vaks við ikki færri enn 196 løntakarum í 2016, svarandi til 2,2 prosent, og síðani 2013 er talið økt við næstan 500.
 
Samanlagt vaks løntakaratalið við meira einn 500 í 2016.
 
Tað sæst í grein á heimasíðuni hjá Hagstovuni, sum kann lesast her.
 
Fólk til eldraøkið
Talan er um lutfalsliga stór tøl, og í Starvsmannafelagnum hevði man væntað, at serliga vøksturin í almennu fyrisitingini og tænastum fór at síggjast aftur í øktum limatali hjá felagnum.
 
Men so er ikki, og orsøkin er einfalt hon, at stóra økingin innan henda høvuðsvinnubólkin er á tænastuøkinum hjá kommununum, serliga á eldraøkinum. Og her er talan í fyrsta lagi um heilsu- og røktarstarvsfólk, og tey eru ikki limir hjá Starvsmannafelagnum.
 
Fólkaríkasta økið í landinum, Streymoyar sýsla við høvuðsstaðnum, stendur fyri nógv tí størstu tilgongdini av kommunalum løntakarum og samstundis eisini fyri størstu frágongdini innan landsalmenna almanna- og heilsuverkið.
 
Hetta hongur sjálvandi saman við, at eldraøkið í 2015 varð flutt frá landinum og út til kommunurnar at umsita.
 
Fleiri størv í kommununum
Sama gongdin við fleiri kommunalum løntakarum sæst í øllum hinum sýslunum, men tó ikki frágongdin í almanna-og heilsuverkinum undir landinum.
 
Hví samanfall ikki eisini er í løntakaragongdini í almanna- og heilsuverkinum hjá landinum deilt á sýslurnar, er ilt at siga, men ein orsøk er helst, at økissamstørvini innan eldraøkið ikki eru býtt sundur eftir gomlu sýslumørkunum.
 
At tendensurin tó er, at løntakaraskarin innan almanna- og heilsuverkið hjá landinum minkar, meðan sami skari veksur hjá kommununum, sæst best á tølunum hjá Tórshavnar Kommunu, sum er nógv fólkaríkasta økið í landinum, og við nógv flest starvsfólkum á økinum.
 
Tó er løntakaratalið innan almanna- og heilsuverkið verri enn so ikki minkað samsvarandi vøkstrinum í kommunala løntakaraskaranum.
 
Vaksandi útreiðslur
Løntakaratalið kann vera misvísandi at brúka einsamalt, tí fólk, ið bara hava verið til arbeiðis í ein dag ella onnur stutt tíðarskeið telja við.
 
Men á tølunum hjá Tórshavnar Kommunu sæst, at eisini útreiðslurnar til eldraøkið eru vorðnar lutfalsliga væl størri í kommununi, eftir at tað varð flutt til kommununa at umsita.
 
Á fíggjarætlanunum fyri 2015 og 2016 vóru ávikavist 157 og 162 milliónir krónur settar av til lønir innan eldraøkið, men tølini vórðu tá ásett sum ein beinleiðis framskriving av kostnaðinum, sum var, tá eldraøkið enn lá hjá landinum.
 
Dýrari eldraøki
Roknskapirnir hjá kommununi vísa hinvegin, at tað bleiv nógv dýrari enn so, og neyðugt var við stórum eykajáttanum. Veruliga lønarútreiðslan til eldraøkið hjá Tórshavnar kommunu í 2015 og 2016 var ávikavist 181 og 172 milliónir krónur. Í ár eru 188 milliónir krónur settar av til lønir á økinum.
 
- Kostnaðurin av eldraøkinum er væl størri enn yvirtiknu játtanirnar, til dømis tí fleiri av stovnunum koyrdu við undirskoti, tá landið rak teir. Soleiðis var støðan helst eisini í øðrum økjum í landinum. Vit vistu av hesum frammanundan, men brúktu kortini gomlu játtanirnar á landsfíggjarlógini sum grundarlag, tá vit gjørdu okkara fíggjarætlanir fyri 2015 og 2016, tí tað var ógreitt, í hvønn mun landið fór at kompensera munin. Á fíggjarætlanini fyri 2017 er játtanin tó ásett eftir faktiska tørvinum, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu.