Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar høvdu avlop í 2014

Eftir eitt hall í 2013 høvdu føroysku kommunurnar samanlagt aftur eitt positivt RLÚ-úrslit í 2014. Tað er úrslit eftir rakstur, løgur og rentukostnað. 

Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent landsstýrinum ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur nú gjørt eina uppgerð av ársroknskapunum fyri 2014, sum vísir, at kommunurnar samanlagt høvdu eitt RLÚ-avlop á góðar 67 mió. kr. Til samanberingar var úrslitið fyri 2013 eitt hall á slakar 48 mió. kr.

Sambært uppgerðini øktist raksturin við einum hálvum prosenti frá 2013 til 2014, meðan útreiðslurnar til løgur minkaðu við góðum 7 prosentum. Í 2014 vóru rakstrarútreiðslurnar 1,1 mia. kr., og útreiðslurnar til løgur vóru 376 mió. kr. Rentuútreiðslurnar vóru 40 mió. kr., ið er 1,3% hægri enn í 2013. Nettoskuldin minkaði við góðum 67 mió. kr. og var 467 mió. kr. við árslok 2014. 

Frágreiðingin frá Fíggjarmálaráðnum vísir eisini, at størstu hallini í 2014 vóru hjá Tvøroyrar kommunu og Fuglafjarðar kommunu, og at størstu avlopini vóru hjá Klaksvíkar kommunu og Tórshavnar kommunu.

Um litið verður frameftir, vísir frágreiðingin, at rakstrarútreiðslurnar í kommunalu fíggjarætlanunum fyri 2015 økjast við umleið einum triðingi í mun til úrslitið í 2014. Hetta hevur samband við, at kommunurnar frá 1. januar 2015 yvirtóku raksturin av heimatænastu og eldrarøkt. Kommunali geirin fær fígging til henda rakstur frá landinum, og er hetta høvuðsorsøkin til, at ætlaðu inntøkurnar fyri 2015 eru slakar 400 mió. kr. hægri enn ætlaðu inntøkurnar í 2014.