Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunuskúlin – skúlin í kommununi

Andrea Heindriksdóttir, forkvinna í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan, hevur í almennum skrivi spurt, hvørjar ætlanir eru fyri framtíðarstøðu Kommunuskúlans?

Umframt at hunddálka kommununa fyri líkt og ólíkt í sambandi við støðuna hjá hesum skúla, verður undirritaði ákærdur fyri útsagnir, sum skulu vera ótíðarhóskandi, óvirðiligar og brot á alla fyrisitingarliga siðvenju.

Eg skal við virðing fyri skipanini við skúlastýrum lata nógv av hesum fara aftur við borðinum, tó at henda roynd til at loypa øsing í fólk sømir seg illa.

Kommunuskúlin

Sambært forkvinnuni í skúlastýrinum er málið sera einfalt. Skúlin treingir til ábøtur, fá tað ornað, so er alt gott við Kommunuskúlanum.

Hetta er bara ikki so einfalt, als ikki. Høvuðsbygningurin frá 1956 er óegnaður sum skúli, og skal hann gerast til ein skúla, sum lýkur nútíðar krøv til undirvísing, skulu umfevnandi umbyggingar og nýbyggingar til.

Hetta er sjálvandi sera kostnaðarmikið. Tað er skylda hjá býráðnum at spyrja, um hetta yvirhøvur loysir seg fíggjarliga so væl sum fakliga. Sjálvt um tað snýr seg um Kommunuskúlan og miðbýin.

Hesum og øðrum spurningum hevur umsitingin síðan summarfrítíðina arbeitt við. Eg havi givið umsitingini neyðuga tíð og frið at arbeiða við málinum. Eisini tá forkvinnan í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan í ymsum skrivum – stundum til mín, stundum til allar býráðslimirnar, hevur lagt trýst á og gramt seg um, at einki hendir við Kommunuskúlanum.

Tá havi eg svarað, at skúlastýrið fær boð, tá málið er klárt at leggja fyri skúlastýrið. Hetta alt í greiðum samsvari við fólkaskúlalógina.

Skúlin í kommununi

Og nú er tað klárt. Umsitingin hevur latið úr hondum eitt álit, sum mentamálanevndin fer at viðgera fyrsta dagin.

Hetta er eitt sera áhugavert og framsøkið álit, har skúlaskipanin í allari kommununi verður viðgjørd eins og støðan hjá einstaka skúlanum nú og næstu árini.

Hóast kommunan síðstu árini hevur bygt tveir nýggjar stórar skúlar fyri upp móti 400 milliónum krónum, so er íløgutørvurin í skúlar, hvørt tað er til umvæling ella bygging, ikki minni tey komandi árini.

Øllum er greitt, at hetta er ein stór avbjóðing.

Men hetta er avbjóðingin, sum býráðið og tey 11 skúlastýrini í Tórshavnar kommunu nú skulu til at viðgera og vónandi finna felags stev um – eisini um framtíðarstøðu Kommunuskúlans.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri