Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunuumboð á tilbúgvingarfundi í gjár

Tað var Grete Kvalheim, serráðgevi á Hovedredningssentralen við flogvøllin á Sola uttanfyri Stavanger, sum stóð fyri sera áhugaverda fundinum um tilbúgving, bjarging og næstraumsorgan týsdagin, har umboð fyri Runavíkar og Tórshavnar kommunur luttóku.

Bjargingarleiðarin Ola Vaage vísti runt og helt fyrilestur um tilbúgving og bjarging í norðurøkjunum. Grete Kvalheim, sum er serráðgevi í psykososialari tilbúgving, helt sjálv fyrilestur um næstraumsorgan, og um hvussu farið verður um avvarðandi í kreppustøðum, og tá vanlukkur henda.

Starvsfólkið á bjargingarmiðstøðini skal bæði taka ímóti bjargaðum og burturfluttum frá neyðstøðum, og taka sær av praktiskari upplýsing og mentalum stuðuli til avvarðandi. Ofta verður tað næstraumsorganin, sum er besta parametur fyri, um miðstøðin megnar sína uppgávu til fulnar.