Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Komu upp gjøgnum krúpukjallaran og hersettu løgtingið

So hendi tað. Samgongan setti "lús í skinnpelsin" hjá Kirkjuni.

Dan Klein, journalistur, greinar politisku støðuna:

Persónliga toli eg væl eina slíka broyting í hjúnarbandslógini, men eg skilji eisini sera væl tey, sum ikki tola hetta, og at avleiðingin saktans kann verða, at ongin verður signaður ella verður vígdur í kirkjuni fyri at fáa frið.

Tað harmar almikið, at tað skuldi koma hartil.

Men uppaftur grovari haldi eg tað vera, at samgongan tilætlað framdi groft brot á stýrisskipanarlógina, tá Landsstýrismálanevndin vísir á, at tann parturin av hjúnarbandslógini, als ikki er yvirtikin, og at samgongan og løgtingið, velja at síggja stórt uppá hendan veruleikan..

Tað kemur rættiligur "kukkur" í maskinuna, tá sjálvt umsitingin hjá løgtinginum, letur krúpukjallaran upp fyri, at útinnandi myndugleikin kann kringseta "lóggevandi" stovnin, og halda alt og øll, sum gísla, líka til loysipeningurin er goldin til tann eina løgtingslimin, sum hevur gingið í løgtinginum, sum ein lødd eksosettrakett.

Vit vita, at kirkjan er yvirtikin. Vit vita eisini, at ávís onnur viðurskiftir eisini eru yvirtiikin í kirkjuni, sum eru positivt nevnd í lógini. Men tann parturin, sum nú fór ígjøgnum løgtingið, er ikki yvirtikið málsøki, og er heldur ikki positivt nevnt í lógartekstinum, og tí ikki yvirtikin. 

Hetta er tískil groft brot á parlamentarisku skipanina, sum ikki heldur kann spæla væl av.

Hvat eg og onnur annars halda um hjúnarbandslógina hevur minni týdning; tað, sum telur fyri meg, er, at stýrisskipanarlógin er brotin, og hon er grovliga brotin fyri at samgongan kan halda saman uppá tropparnar. 

Í minsta lagi verður tað eitt slagt fyri teir flokkar, sum hava tikið lut í kvettinum. Men soleiðis komu tey til maktina, og soleiðis ætla tey at halda seg til maktina, men teirra tímaglas rennur eisini út...

----------------

Mótsóknirnar hjá samgonguni trýna dansin

Og so vóru tað skipini, sum brutu túrin av fyri at mótmæla politiska deyðadóminum av verandi aktørum í fiskivinnuni, fyri at geva pláss fyri teimum ónevndu og teimum, sum ongin kennir og eingin veit um. Ein endurspegling av áttatáragallskapinum.

Høgni Hoydal í tinginum í gjár: Eg eri glaður fyri mótmælini; haldi, at hetta er partur av fólkaræðinum, sum vildi nakað. 

Høgni bedýraði, at hava tosað við fleiri mótmælisfólk, sum væl skiltu hansara støðu, tá hann hevði forklárað teimum hvat tað heila gekk út uppá!?

Og so segði hann við KvF, sum neyvan verður endursent: 

"Vit hava ikki gjørt annað enn tað, manningarfeløgini hava skríggjað eftir í áravís, og ikki fingið!?"

Var hetta ikki ein mótsókn av tí, sum veruliga hendi??!!

Lýgur Høgni Hoydal, ella hava øll hini, eisini manningarfeløgini, bara misskilt heila lortið?!

Vinningurin hjá Høgna og samgonguni sýnist at vera, at ongin annar skilur nakað uttan bara samgongan. 

Samgongan: Fjøldin er skítbýtt um hon ikki skilur, hvat rørist inni í knokkinum hjá reyðu sveinunum, sum ikki vilja annað en at endurtaka áttatiárini.

Samgongan veit hvat landskassin er til. Í ringasta føri skal prísurin um frælsi bara turkast uppí danabrókina. Tað hevur Tjóðveldi gjørt síðani 2002.

 Tað er ikki ætlanin at verandi aktørar skulu vakna fyrr enn teir verða stoyttir omanav tromuni.